Skip to main content
Atlantic Airways Logo

Barcelona – meira enn ein stórbýur

Ferðaætlan

Beinleiðis fráferðBeinleiðis heimferð

2027
juni
mátýmihófrlesu
juli
mátýmihófrlesu
august
mátýmihófrlesu
september
mátýmihófrlesu

Í 2027 flúgva vit til Barcelona hvønn mikudag frá 23. juni til 22. september.

Flúgv til Barcelona og fá eina góða blanding av stórbýarlívi, strondum, mati, mentan og søgu. Býurin hevur nógv at bjóða í sær sjálvum og er samstundis eitt gott útgangsstøði til at uppliva meira av Katalonia.

Norðanfyri liggur Costa Brava við klettum, smærri strondum og havnabýum, meðan Costa Daurada sunnanfyri hevur langar strendur og væl umtókt ferðamál sum Salou og Tarragona. Stutt er til víngarðar, miðaldarbýir og støð, sum eru á listanum yvir siðaarv hjá UNESCO.

Fakta um Barcelona

Íbúgvatal1.600.000
MálSpanskt
GjaldoyraEUR

Saman um sól og upplivingar

Barcelona og økið rundanum er væl egnað til familjuferiuna. Her gert tú av, um dagarnir bjóða sól og strond, býarlív ella útferðir. Tað er lætt at koma runt, og her eru hópin av upplivingum bæði til børn og vaksin.

  • Costa Brava

    Costa Brava

    Norðanfyri Barcelona liggur Costa Brava, kent fyri kláran sjógv, smáar víkir og hugnaligar havnabýir. Her kann familjan njóta dagar á strondini, fara ein túr í báti og vitja býir sum Tossa de Mar og Calella de Palafrugell.
  • Costa Daurada og Salou

    Costa Daurada og Salou

    Sunnanfyri Barcelona liggur Costa Daurada við væl umtóktum feriubýum. Salou er eitt gott val til familjuferiuna við strondum, góðum hotellum, matstovum og nógvum lívi. Har frá er eisini stutt til aðrar upplivingar í økinum.
  • Tarragona og PortAventura

    Tarragona og PortAventura

    Tætt við Salou liggur Tarragona, har tú kanst uppliva rómversk fornminni, sum eru á listanum hjá UNESCO yvir siðaarv. PortAventura World liggur eisini í økinum og bjóðar stuttleikaparkir og vatnland við upplivingum fyri bæði børn og vaksin.

Býarferð, matur og mentan

Barcelona er upplagt til eina býarferð við makanum ella vinfólkum. Her ganga arkitektur, shopping, góður matur og livandi býarlív hond í hond. Tað er lætt at ganga millum býlingarnar og finna bæði kend ferðamál og smá hugnalig støð.

  • Gaudí og Barcelona

    Gaudí og Barcelona

    Sagrada Família, Park Güell og Casa Batlló eru millum kendastu verkini hjá Antoni Gaudí. Fleiri av verkum hansara eru á listanum yvir siðaarv hjá UNESCO og geva Barcelona sín heilt serliga dám.
  • Gamli býurin og El Born

    Gamli býurin og El Born

    Í gotiska býlinginum og El Born eru smalar gøtur, torg, kaffihús og matstovur. Her kanst tú uppliva søguna í býnum, njóta góðan mat og merkja livandi stemningin í Barcelona.
  • Girona

    Girona

    Girona er eitt gott val til eina dagsútferð úr Barcelona. Gamli býurin hevur miðaldargøtur, søguligar múrar og litføgur hús við ánna Onyar. Her er róligari enn í Barcelona, men framvegis nógv at síggja og uppliva.

Ein virkin ferð í náttúruni

Fyri tey, sum vilja hava meira ferð í feriuni, hevur Katalonia nógv at bjóða. Her kanst tú fara gongutúrar í fjøllunum, súkkla, rógva kajakk, snorkla og uppliva bæði strond og náttúru uttan fyri býin.

  • Montserrat

    Montserrat

    Montserrat er eitt sermerkt fjallaøki stutt frá Barcelona. Her kanst tú vitja kleystrið og ganga túrar millum eyðkendu klettarnar. Leiðirnar eru í ymiskum torleikastigum, og útsýnið yvir landslagið er stórsligið.
  • Kajakk og snorkling á Costa Brava

    Kajakk og snorkling á Costa Brava

    Costa Brava er væl egnað til kajakk, snorkling og aðrar upplivingar á sjónum. Serliga kring Begur, Llafranc og Medes-oyggjarnar eru góðir møguleikar at uppliva klettar, smáar víkir og kláran sjógv.
  • Súkkling og gongutúrar

    Súkkling og gongutúrar

    Katalonia hevur nógvar góðar leiðir til bæði súkkling og gongutúrar. Tú kanst súkkla millum víngarðar og smærri bygdir ella ganga fram við strondini og í fjøllunum. Tað ber væl til at velja bæði styttri og longri túrar alt eftir torleikastigi og áhuga.

Veðurlag

13°jan
15°feb
16°mar
18°apr
21°mai
26°jun
29°jul
29°aug
25°sep
22°okt
17°nov
15°des
Talva
—janfebmaraprmaijunjulaugsepoktnovdes
max13°15°16°18°21°26°29°29°25°22°17°15°
min5°6°8°10°14°18°21°22°18°15°9°6°