Skip to main content
Atlantic Airways Logo

Edinburgh

bert ein góðan tíma úr Føroyum

Ferðaætlan

Beinleiðis fráferðBeinleiðis heimferð

2026
november
mátýmihófrlesu
desember
mátýmihófrlesu
2027
mars
mátýmihófrlesu
apríl
mátýmihófrlesu
mai
mátýmihófrlesu
juni
mátýmihófrlesu
juli
mátýmihófrlesu
august
mátýmihófrlesu
september
mátýmihófrlesu
oktober
mátýmihófrlesu

Í 2026 og 2027 flúgva vit til Edinburgh 1–2 ferðir um vikuna.

Flúgv til Edinburgh og uppliv ein bý, har siðsøga, mentan, innkeyp og góður matur ganga hond í hond. Gamli og nýggi býurin eru á UNESCO-listanum, og flogtíðin úr Føroyum er bert er ein góðan tíma. Býarskáar til Edinburgh ganga sum heitt breyð, og tað er ikki uttan orsøk, tí har er nógv at taka sær til.

GG! Frá 1. apríl 2025 var kravt, at øll, ið skulu ferðast í Stóra Bretlandi, hava eitt sokallað ETA, Electronic Travel Authorisation. Tað ber til at søkja um hetta á netinum ella við eini app. Viðgerðartíðin er upp til tríggjar arbeiðsdagar. Trýst HER fyri at søkja um eitt ETA. Um tú vilt vita meira ber til at trýsta HER.

Fakta um Edinburgh

Íbúgvatal465.000
TíðargeiriGMT
MálEnskt
GjaldoyraGBP
  • Edinburgh Castle - søga mitt í býnum

    Edinburgh Castle - søga mitt í býnum

    Edinburgh Castle liggur høgt yvir býnum og er eitt av kendastu støðunum í Skotlandi. Her kanst tú síggja ríkisgimsteinarnar, vitja St Margaret’s Chapel og njóta útsýnið yvir Edinburgh. Slottið liggur ovast á Royal Mile og er eitt gott stað at byrja vitjanina í Edinburgh.
  • Royal Mile og gamli býurin

    Royal Mile og gamli býurin

    Royal Mile er gøtan, sum gongur gjøgnum gamla býin frá Edinburgh Castle móti Holyroodhouse. Her eru søguligir bygningar, smalar gøtur, handlar, pubbir og nógv lív. Økið er eitt gott stað at byrja, um tú vilt uppliva klassiska Edinburgh.
  • Dean Village og Stockbridge

    Dean Village og Stockbridge

    Stutt frá miðbýnum liggja Dean Village og Stockbridge. Her er róligari enn í miðbýnum, við eldri húsum, áarbakka, smáum handlum, kaffihúsum og marknaðum. Stockbridge Market er eitt av kendu marknaðarstøðunum í býnum.
  • Portobello – strond nær býnum

    Portobello – strond nær býnum

    Portobello liggur eystanfyri miðbýin og gevur eina heilt aðra uppliving enn gamli býurin. Her er strond, gonguleið, kaffihús og eitt meira lokalt býarlív. Tað er eitt gott stað at fara, um tú vilt sleppa eitt sindur burtur frá miðbýnum.
  • South Queensferry og Forth Bridges

    South Queensferry og Forth Bridges

    Vestanfyri Edinburgh liggur South Queensferry við útsýni yvir Firth of Forth og kendu brýrnar. Her ber til at ganga við havnina, eta ein bita og síggja eitt av mest eyðkendu verkfrøðiligu landsløgunum í Skotlandi.
  • St Andrews – ein dagur uttan fyri Edinburgh

    St Andrews – ein dagur uttan fyri Edinburgh

    St Andrews liggur norðan fyri Edinburgh og er kent fyri universitetið, gamla býin, strondina og golf. Tað er eitt gott val til eina dagsútferð, um tú vilt síggja meira av Skotlandi enn bara høvuðsstaðin.
  • Whisky og skotskur smakkur

    Whisky og skotskur smakkur

    Whisky er ein stórur partur av skotskari mentan. Í Edinburgh kanst tú fara til whisky-smakking, læra um framleiðsluna og royna ymisk sløg av skotskum whisky. The Scotch Whisky Experience og Johnnie Walker Princes Street eru millum kendastu støðini í býnum.
  • Jóla- og vetrardámur

    Jóla- og vetrardámur

    Í vetrarmánaðunum verður miðbýurin fyltur við jólaljósum, marknaðum og tiltøkum. Jólamarknaðurin í East Princes Street Gardens hevur handlar, mat og gávur, og George Street og Princes Street eru uppløgd til jólainnkeyp
  • Gongutúrar

    Gongutúrar

    Edinburgh er væl egnað til gongutúrar. Tú kanst ganga niðan á Arthur’s Seat, gjøgnum Holyrood Park ella velja eina róligari leið gjøgnum gamla býin og grønu økini. Hetta gevur eina góða blanding av býarlívi og náttúru, uttan at tú noyðist langt burtur.

Veðurlag

6°jan
7°feb
9°mar
11°apr
14°mai
17°jun
18°jul
18°aug
16°sep
13°okt
9°nov
7°des
Talva
—janfebmaraprmaijunjulaugsepoktnovdes
max6°7°9°11°14°17°18°18°16°13°9°7°
min2°3°3°4°7°10°12°12°10°8°5°3°