_

Basel

Atlantic Airways flýgur beinleiðis til Basel í Sveis í sambandi við, at føroyska A-landsliðið hjá kvinnum í hondbólti skal luttaka í EM-endaspælinum í vetur.

Sølan er nú byrjað, og kostnaðurin er 4.695 kr. t/r. 

Flogið verður úr Vágum til Basel 27. november og úr Basel til Føroyar 04. desember

Dystirnir hjá føroyska hondbóltslandsliðnum verða í St. Jakobshalle og verða spældir soleiðis: 

Fríggjadagin 29. november: Sveis - Føroyar (Danmark - Kroatia)
Sunnudagin 01. desember: Kroatia - Føroyar (Danmark - Sveis)
Týsdagin 03. desember: Føroyar - Danmark (Kroatia - Sveis)

Fakta um Basel

Íbúgvatal 177.000
Tíðargeiri GMT+2
Mál Týskt
Gjaldoyra CHF