_

Viðføri

Her finnur tú eitt yvirlit yvir ymiskt, ið hevur við títt viðføri at gera. Mest loyvda vekt, stødd, sertreytir fyri barnavognar, hvat tú skal gera, um tú ert so óheppin at missa viðføri burtur o.a.

Loyvt viðføri

Við LÁGPRÍS ferðaseðlum kanst tú hava eitt stykki av viðføri við ókeypis, sum vigar upp til 23 kg. Harumframt kanst tú hava eitt hondviðføri (í mesta lagi 8 kg) við ókeypis.  

Við einum SVEIM ella SVEIM+ ferðaseðli kanst tú hava tvey stykkir av viðføri við ókeypis, sum viga upp til 23 kg hvørt, umframt hondviðføri.

Viðførisreglur: 

VAKSIN

BØRN (2-11 ÁR)

PINKUBØRN (0-1 ÁR)

LÁGPRÍS

1 stk á 23 kg

1 stk á 23 kg

1 stk á 23 kg

SVEIM

2 stk á 23 kg

2 stk á 23 kg

1 stk á 23 kg

SVEIM+

2 stk á 23 kg

2 stk á 23 kg

1 stk á 23 kg

Yvirvekt:

1 stk eyka viðføri á 23 kg við bílegging á netinum upp til tríggjar tímar áðrenn fráferð

249 DKK

1 stk eyka viðføri à 23 kg við innskriving á flogvøllinum

350 DKK

Tungt viðføri 23,1 - 32 kg

+350 DKK

1 stk eyka viðføri á 23 kg við bílegging á netinum upp til tríggjar tímar áðrenn fráferð

399 DKK (New York)

Tungt viðføri 23,1 - 32 kg

+400 DKK (New York)

1 stk eyka viðføri à 23 kg við innskriving á flogvøllinum

500 DKK (New York)

Handviðføri

Mát í mesta lagi: (55x40x25cm).  Vekt: 8 kg + teldutaska 

Er nøgdin av handviðføri ov stór í mun til rúmdina umborð, tilskila vit okkum rætt til at seta nakað av viðførinum í lastina á flogfarinum. Eyka viðføri ella ov stórt handviðføri kann verða tikið frá teimum ferðandi, tá ið skrivað verður inn. Tað verður vigað, merkt við ferðamálinum hjá tí ferðandi og lagt í lastina saman við restini av viðførinum. 

GG: Hav altíð heilivág í handviðførinum, so tú ikki manglar hann, skuldi óhappið verið úti og viðførið verið seinkað. Er talan um serligan heiligvág og til dømis sproytur, mæla vit tær til at hava eina læknaváttan við, tí tú kanst koma út fyri, at spurnartekin verður sett við hetta, tá ið tú skalt ígjøgnum trygdareftirlitið. 

Hetta er vert at hava í huga, tá ið tú pakkar títt hondviðføri:

Íløt, tupur, fløskur, dósir og líknandi kunnu í mesta lagi rúma 100 ml. hvør. Tilsamans kanst tú hava ein litur av løgi við tær í hondviðførinum.

Øll íløtini skulu verða pakka í ein (og sama) 1 liturs posa, ið er gjøgnumskygdur og kann latast upp og aftur.

Løgir fevna um t.d. gelé, smyrsl, luktilsi, tannkrem, vatn, sjampo, rakiskúm o.s.fr. Ivast tú, kanst tú spyrja á flogvøllinum áðrenn fráferð.

Tú hevur loyvi til at hava heiligvág við tær, har íløtini eru størri enn 100 ml. hvørt. Vit mæla tær tó til, at hava eina læknaváttan við, sum váttar, at tær tørvar heiligvágin.

Matur til pinkubørn er, eins og sjúkrakostur, eisini undantikin hesum reglunum.

Legg til merkis: Pinkubarnamatur/løgur, sjúkrakostur og heiligvágur skulu øll pakkast í sama slag av gjøgnumskygdum posum, sum vanliga verða nýttir til at pakka løgir í. Trygdarvørarnir kunnu krevja at tú prógvar, at innihaldið í posunum er tað, tú sigur tað vera.

Leiðreglur til innskrivað viðføri

Vit mæla til, at alt viðføri er skilliga frámerkt við navni og telefonummari hjá tí ferðandi. Viðføri skal verða pakkað soleiðis, at tað tolir vanliga viðførisviðferð. Tað merkir, at viðførið skal bæði tola at bera við annað viðføri á viðførisbandinum og verða lastað í og úr flogfarinum. 

Ferðandi hava sjálvi ábyrgd av at pakka innskrivaða viðføri sítt soleiðis, at innihaldið ikki fær skaða. Sambært Montrealsamtyktini ábyrgdast ferðandi fyri skaða, sum flogfelagið hevur elvt til, um viðførið er skilaleyst pakkað, t.d. um ein fløska við løgi brotnar og skaðar annað viðføri. 

Innskrivað viðføri

Vit taka ikki móti viðføri, ið vigar oman fyri 32 kg/stk. Vektmarkið er ikki galdandi fyri elektriskar koyristólar og ávíst annað viðføri, ið ikki ber til at taka sundur. Til dømis kavaraútgerð, stór ljóðføri ella livandi dýr í lastini. 

Vit mæla til, at niðanfyri nevndu lutir ikki verða tiknir við í innskrivað viðføri, av tí at vit hava avmarkaða endurgjaldsábyrgd, um so er, at innskrivað viðføri verður skatt ella mist. Virðislutir sum:

Pengar, prýði/gimsteinar, telda/útgerð, telduspælútgerð, myndatólvideotól, fartelefon, glas og/ella fløskur, matur(sum ikki heldur sær), brillur/sólbrillur, lyklar, arbeiðsskjøl, samleikaskjøl, heilivágur og medisinskar váttanir

Viðføri, sum ikki verður góðtikið

Tað er skylda hjá tí ferðandi at syrgja fyri, at viðførið ikki inniheldur nakað, sum kann seta flogfar, persónar ella góðs umborð á flogfarinum í vanda ella elva til skaða. Tað kann vera m.a. tað, sum er nevnt sum vandamikið góðs í altjóðareglunum hjá Mere om forbudte genstande á heimasíðuni hjá danska Trafikstyrelsen.

LEGG TIL MERKIS: Ferðandi hava ábyrgd av, at viðførið er skilagott pakkað og ikki hevur bannaðar lutir.


Lithium-battarí

Atlantic Airways fylgir leiðreglunum hjá IATA um flutning av lithiumbattaríum. 

Legg tó til merkis, at tað av trygdarávum ikki er loyvt at hava við sær Personal Movement Devices (PMD) við lithiumbattaríum (t.d. hoverboard, solowheels, segway o.s.fr.). Alt slíkt verður sent sum frakt.

Ikki er loyvt at nýta elektroniskar sigarettir umborð á flogførunum hjá Atlantic Airways. Tær skulu verða verandi í handviðførinum á ferðini. Sama er galdandi fyri elektroniskar pípur og sigarir.

Barnavognar/klappvognar

Ferðast tú við barni, kanst tú ókeypis hava barnavogn/klappvogn við sum innskrivað viðføri. Vognurin telur ikki sum eitt stykki av viðføri - hvørki hjá tær ella barninum. 

Ber til at taka vognin sundur, eigur tað altíð at verða gjørt. Pakka hvønn partin í plastposa ella aðra verju. Vit hava serligar plastposar á skrivstovuni hjá Atlantic Airways á flogvøllinum fyri DKK 40 /stk. Legg til merkis, at bert barnavognurin/klappvognurin skal verða pakkaður í plastposarnar.

Bilstólar

Vilt tú hava bilstól við umborð, skalt tú bíleggja barnaferðaseðil til pinkubarn títt og tískil rinda sama prís sum fyri 2-11 ára gomul børn. Bilstólurin kann annaðhvørt vera fram- ella afturvendur og verður spentur fastur í setrið við síðuna av tínum. Tá ið tú bíleggur setur til bilstól, skalt tú seta teg í samband við Kundatænastuna +298 341000

Innskrivaður bilstólur er ókeypis.

Súkklur

Bestu ráðini eru at pakka súkkluna í súkklutasku ella –kuffert. Eingin skráseting er kravd frammanundan! Ferðast tú uttan súkklutasku, skalt tú snara róðrinum eitt fjórðingsumfar, skrúva pedalarnar av og lat luftina úr dekkunum. Súkklan verður roknað sum eitt stykki av viðføri.

El-súkklur verða mettar sum vandamikið góðs og eru ikki loyvdar at hava við.

Serligt viðføri 

Her finnur tú kunning um, hvussu tú skalt gera, um tú ferðast við serligum viðføri sum t.d. kavatútgerð, skíðum, ljóðføri o.ø. 

 

Kavaraútgerð

Kavaraútgerð kann fevna um trýstfløsku (tóm), eitt sett við regulatori og octopussi, ein vest, eina kavaragrímu, fitjar, eitt snorkul umframt lykt (lykt og battarí skulu vera tikin sundur - og battarí skal takast við sum handviðførið).

Kavaraútgerðin verður roknað sum eitt stykki av viðføri.

Fiskiútgerð

Tráður skulu í rør úr slagføstum tilfari. Fiskiútgerð verður roknað sum eitt stykki av viðføri.

Golftaska

Í golftaskuni kunnu í mesta lagi vera 14 golfkylvur, 12 golfbóltar og einir golfskógvar. Golftaskan verður roknað sum eitt stykki av viðføri.

Ljóðføri

Ljóðføri kunnu havast við í kabinuna, um mátini á ljóðførinum ikki fara upp um mátini fyri handviðføri (55 x 40 x 23 cm) og viga  í mesta lagi 8 kg. 

Vilt tú hava ljóðføri við í kabinuna, sum er størri enn hesi mát (max. 140x46x30cm), skalt tú seta teg í samband við Kundatænastu okkara. Tú mást bíleggja tín egna ferðaseðil og eitt eyka setur til ljóðførið fyri galdandi ferðaseðlaprís samstundis.

Um tú skrivar ljóðførið inn, skal tað vera í hørðum húsa, og verður tað roknað sum eitt stykki av viðføri.

Málningar og onnur list

Málningar, sum ikki eru størri enn mest loyvdu mát (55 x 40 x 25), kunnu verða tikin í kabinuna. Størri málningar mugu verða væl innpakkaðir, tí teir skulu í lastina. Viðførið kemur á bandið í komuhøllini. Málningar, sum skulu í lastina, verða roknaðir sum eitt stykki av viðføri.

Skíðir/snowboard

Skíðútgerðin skal verða væl innpakkað. Skíðútgerð verður roknað sum eitt stykki av viðføri.

Vatnskíðir

Einar standardskíðir, einar slalomvatnskíðir ella eitt wakeboard kunnu vera í hvørjari skíðtasku. Útgerðin verður roknað sum eitt stykki av viðføri.

Surfboard/kiteboard

Kiteboard við segli og aðrari útgerð skal verða pakkað niður í tasku. Hvør taska verður roknað sum eitt stykki av viðføri.

Windsurfing/hangglider

Eitt windsurfingbretti, eitt segl og ein bummur skulu verða pakkað í eina tasku. Útgerðin verður roknað sum eitt stykki av viðføri.

Inn- og útflutningur av plantum, fræum og plantuvørum

Danska landbúnaðarmálaráðið hevur ábyrgdina av markaeftirlitinum av livandi plantum, fræum og plantuvørum annars. Vinaliga les meira HER.

Koyristólur

Hjá Atlantic Airways verða koyristólar altíð fluttir uttan kostnað. Til tess at tryggja, at tú fært ta hjálp, tær tørvar, heita vit á teg at skráseta koyristólin, tá ið tú bíleggur, í seinasta lagi 48 tímar fyri fráferð. Fleiri upplýsingar um ferðing skerdum førleika finnur tú HER.

Djór (bara innan Schengen)

Atlantic Airways góðtekur livandi djór (bara hund og kettu) at verða flutt í lastini ella kabinuni eftir heilt serligum treytum. Ferðandi við dýrum skulu kekka inn í minsta lagi 1 tíma fyri fráferð.

Atlantic Airways hevur ikki ábyrgd av, at dýr hava øll neyðug ferðaskjøl, so sum innanríkis- og uttanríkisloyvi, heilsuváttan ella onnur neyðug ferðaskjøl í sambandi við, at dýrið fer til ella ferðast gjøgnum eitthvørt annað land. Álagt er teimum ferðandi at gjalda eina og hvørja bót ella allan eykakostnað, sum flogfelagið fær í sambandi við, at dýr eru við á ferðini.

Atlantic Airways mælir øllum ferðandi, sum skulu ferðast við hundi/kettu, at seta seg í samband við djóralækna fyri at tryggja sær, at dýrið klárar eina flogferð. Atlantic Airways hevur hvørki djóralækna í teimum ymsu floghavnunum ella við á ferðini.

Ferðandi, sum ferðast við dýrum, skulu fylla út hetta oyðublaðið HER. Tað skal latast kekk-inn, tá ið tú fert avstað.

Non-Schengen: livandi dýr til Stórabretlands verða send sum frakt.

Vinaliga legg til merkis, at ferðast tú við dýrum skal hetta bíleggjast frammanundan og í seinasta lagi 48 tímar áðrenn fráferð. Flutningurin skal bíleggjast, har tú hevur keypt tín ferðaseðil. Hevur tú keypt ferðaseðilin hjá Atlantic Airways kanst tú ringja til okkum á tlf. 34 10 00 ella skriva til [email protected] 

Djóraflutningur í kabinuni

Smærri kelidjór (hundur og ketta) kunnu vera í kabinuni eftir serligum treytum. Dýr, sum kunnu vera í lastini, fáa ikki góðkenning at vera í kabinuni. Kabinan er avmarkað til tvey dýr fyri hvørja flogfráferð. Tí er neyðugt at boða okkum frá, um tú ætlar at ferðast við dýrum í kabinuni.

Tvey dýr kunnu verða send í sama búri, um dýrini frammanundan kenna hvørt annað væl. Dýrið skal verða fraktað í IATA-góðkendum búri. Mesta vekt fyri búr og dýr er 8 kilo við hesum mátum sum mest loyvdu 40 x 25 x 23 cm.

Vit mæla til eina sokallaða “sherpatasku”, sum er fleksibul í stødd. Ytru mát á slíkari tasku kunnu vera størri enn støddin á búrinum, um hon kann stúvast saman til at vera innan fyri mest loyvdu mát, samstundis sum dýrið hevur nøktandi pláss í búrinum. Sherpataskur kunnu keypast í flestu djórahandlum.

Djór, sum skulu við í kabinuna, verða roknað sum eitt stykki av handviðføri.

GG! Tað kostar DKK 199 fyri hvørt djór, sum skal við í kabinuna. 

Vinaliga legg til merkis, at ferðast tú við dýrum skal hetta bíleggjast frammanundan og í seinasta lagi 48 tímar áðrenn fráferð. Flutningurin skal bíleggjast, har tú hevur keypt tín ferðaseðil. Hevur tú keypt ferðaseðilin hjá Atlantic Airways kanst tú ringja til okkum á tlf. 34 10 00 ella skriva til [email protected] 

Djóraflutningur í lastini

Hetta slagið av flutningi er avmarkað til tvey dýr fyri hvørja flogfráferð. Tvey dýr kunnu vera í sama búri, um dýrini frammanundan kenna hvørt annað væl. Mesta vekt er 14 kg pr. dýr, um tey verða send í sama búri. Um tey ikki lúka hesi krøv, skulu dýrini verða flutt í hvør sínum búri. Dýr (hundur og ketta), sum verða flutt í lastini, skulu vera minst 8 vikur.

GG! Dýrið skal vera í búrinum frá kekk-inn, til tað verður heintað í komufloghavnini.

Búr til dýr í last: Tú skalt sjálvur syrgja fyri einum IATA-góðkendum flutningsbúri til kelidjórið. Stálbúr er ikki loyvt. Búrið skal vera úr haldgóðum tilfari umframt at vera vatntætt og reint. Búrið skal vera so stórt, at dýrið fær staðið uppi, vent sær á og ligið í natúrligari støðu. Vit mæla tí ferðandi at tryggja hurðina á búrinum við plastikkstripsi áðrenn innskriving og somuleiðis kanna, at búrið ikki er skatt. Búr, sum hava skaða, verða burturvíst við innskriving.

Mest loyvdu mát á búrinum eru 150x90x90 cm (LxBxH). Vektmarkið á 32 kilo er ikki galdandi, tá ið dýr verða flutt í lastini. Fartelefonnummar eigarans skal standa á búrinum á stað, sum altíð er sjónligt.

EINGI HJÓL. Um búrið hevur hjól, skulu tey verða tikin av ella klistrað føst soleiðis. at búrið ikki rullar aftur og fram.

Djór, sum skulu í lastarúmið, verða roknað sum eitt stykki av viðføri, og kostar hetta DKK 399 fyri hvørt djórið. 

Vinaliga legg til merkis, at ferðast tú við dýrum skal hetta bíleggjast frammanundan og í seinasta lagi 48 tímar áðrenn fráferð. Flutningurin skal bíleggjast, har tú hevur keypt tín ferðaseðil. Hevur tú keypt ferðaseðilin hjá Atlantic Airways kanst tú ringja til okkum á tlf. 34 10 00 ella skriva til [email protected] 

Vápn

Ferðast tú við vápni, skalt tú upplýsa hetta, tá ið tú bíleggur ferðaseðilin, og skal flutningurin váttast av Atlantic Airways. Skotvápn skulu verða skrivað inn. Galdandi er, at ferðandi skulu boða innskrivingarfólki í floghavnini frá, at tey vilja skriva vápn inn sum viðføri.

Tað er eitt gjald á DKK 249 hvønn veg at ferðast við vápni. 

Ferðast tú við vápni og lóðri, skalt tú altíð upplýsa

At tú hevur galdandi vápnaloyvi

At vápnið ikki er løtt

At vápnið, um tað ber til, er tikið sundur, og hvør staklutur pakkaður fyri seg í taskur, sum tú skrivar inn

Lóður verður mett sum vandamikið góðs og skal verða goymt í upprunapakningi, sum verjir móti hørðum stoyti

Lóðurið skal verða pakkað saman við tí týðandi partinum av vápninum ella fyri seg í eini tasku, sum tú skrivar inn. (Tú kanst í mesta lagi hava 5 kg av lóðuri við tær) 

Matvørur

Privatur flutningur av matvørum til Danmark og ES

Í 2004 vórðu reglurnar fyri privatum innflutningi av matvørum til Danmarkar og restina av ES vorðnar strangari.

Á heimasíðuni hjá Fødevarestyrelsen í Danmark, www.foedevarestyrelsen.dk, undir "Fødevarer" og síðan "Privat indførsel" standa reglurnar fyri innflutning av matvørum til Danmarkar. Sambært heimasíðuni hava føroyingar loyvi at innflyta til privata nýtslu í Danmark annaðhvørt í viðføri ella sent við pakka:

- Fisk og fiskavøru, íroknað t.d. turran og ræstan fisk: óavmarkað mongd
- Seyða- og neytakjøt og aðra matvøru:í mesta lagi 5 kg.

Samsending av mati er loyvd. Tað vil siga, at tað er loyvt at senda fleiri pakkar til sama bústað. Treytirnar eru:
- At ein váttan fylgir við pakkunum, har navn og bústaður á øllum móttakarunum stendur á
- Hvør pakki í mesta lagi vigar 5 kg
- Maturin er til egna nýtslu

Til onnur ES-lond enn Danmark hava føroyingar ikki loyvi at taka føroyskar kjøtvørur við ella senda føroyskar kjøtvørur til. Best er at venda sær til myndugleikan í víðkomandi landi, sum tú ætlar at hava mat við til ella senda mat til og spyrja um reglurnar.

 

Føroyskur matur við til Ísland

Fiskur
Ikki er neyðugt at søkja um heimild til at innflyta fisk til Íslands.

Kjøt
Tey, ið vilja flyta kjøt til Íslands, mugu í hvørjum einstøkum føri søkja um loyvi frá íslendska Atvinnuvega- og nýsköpunarráðuneytið og frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.

Viðmælt er at søkja í góðari tíð, helst nakrar vikur áðrenn fráferð til Íslands.

Fyrst skal umsókn sendast til Atvinnuvega- og nýsköpunarráðuneytið, Trýst her fyri at fáa umsóknaroyðublað. Umsóknin skal sendast til [email protected].

Minst til at skriva, hvat slag av kjøti (turt ella ræst kjøt, grind og spik o.s.fr.), talan er um, hvussu nógv stykki og hvussu nógv kilo. Ein persónur, barn ella vaksin, kann í mesta lagi taka 10 kg við sær, so um talan er um meira enn 10 kg, ber til at seta fleiri nøvn á listan, t.v.s. nøvnini á teimum, ið flyta kjøtið við sær.

GG: Tað er ikki neyðugt, at navnið á umsøkjara er tað sama, sum hjá tí, ið tekur kjøtið við sær. T.d. um Hans er umsøkjari, men Per er tann, ið tekur kjøtið við sær.

Upplýsast skal um farið verður við flogfari ella við Norrönu og eisini hvønn dag, kjøtið kemur til Íslands.

Verður umsóknin góðkend, fært tú eina heimild sendandi.

Harumframt skal ein eigaraváttan fyllast út og latast Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Bóndin, sum selur kjøtið, fyllir út eigaraváttanina, ið fæst her. Her skal navnið á bóndanum og hagapartinum upplýsast, eins og nøgd av kjøti og viðgerðarháttur. Kjøtið má koma frá bónda, ið er váttaður hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni í Føroyum, og tískil ikki hevur nakra smittuskjúku.

GG: Undir ”Navn, bústaður og telefonnummar móttakarans (tann sum hevur fingið loyvi at fáa kjøtið til Íslands):” skal standa navnið á tí, ið hevur søkt um loyvi til at fáa kjøtið. Tvs. um Hans er umsøkjari til Atvinnuvega- og nýsköpunarráðuneytið, so skal navnið hjá Hans eisini standa her.

Tá bóndin hevur fylt út eigaraváttanina, skal hon sendast til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, [email protected] og [email protected]. Birna Mørkøre, landsdjóralækni, tekur sær av tílíkum umsóknum.

Ikki nýtist at bíða eftir heimild frá íslendska fiskimálaráðnum, áðrenn umsókn er send til Heilsufrøðiligu Starvsstovu. Gott er at siga Heilsufrøðiligu Starvsstovuni frá, at umsókn hevur verið send til Atvinnuvega- og nýsköpunarráðuneytið.

Loyvið frá Heilsufrøðiligu Starvsstovu kostar 170 kr. og skal gjaldast á kontu í BankNordik 6460-000.992.765.6, áðrenn loyvið verður útflýggjað.

Tann ferðandi skal syrgja fyri, at báðar váttanirnar, bæði frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni og frá Fiski - og Landbúnaðarmálaráðnum, fylgja við kjøtinum á ferðini til Íslands.

Um onkrum nýtist hjálp við hesum, kann viðkomandi altíð venda sær til Sendistovu Føroya í Reykjavík.

Sendistova Føroya í Reykjavík

Tungøta 14 3rd floor – 101 Reykjavik, Iceland
Tlf: +354 511 32 00

Fax: +354 5113209
Teldupostur: [email protected]

Burturmist ella skatt viðføri

 

Um viðførið ikki er við flogfarinum, ella um viðførið hevur fingið skaða, eigur tú beinavegin at gera vart við tað hjá Bagage Service á flogvøllinum, har flogfarið lendir. (Minst til at gera vart við skaðan beinanvegin og í seinasta lagi sjey dagar eftir komu við at skriva til [email protected] 

Tá ið tú setur teg í samband við okkum viðv. burturmistum viðføri, minst til at upplýsa hettta:

1. Nummar á viðførismerkinum.

2. Fornavn, eftirnavn og telefon nummar.

3. Bústað.

4. Bíleggingarnummar.

5. Slag av viðføri, litur og serligt eyðkenni. T.d.: Svørt ítrottartaska við einum reyðum spjaldri á. 

Eftirlýsing

Um viðførið ikki er komið afturíaftur, verður tað eftirlýst. Eftirlýsingin hevur eitt tilvísingarnummar. Hetta tilvísingarnummarið fært tú frá Atlantic Airways á telefon 34 10 00.  

Fylg støðuni á tínum viðføri
Fylg støðuni á tínum burturmista viðføri við at klikkja knappin undir her.

Tá tú setur teg í samband við okkum viðv. burturmist ella skatt viðføri, minst til at upplýsa fylgjandi:

GG!: Tilvísingarnummarið, sum tú kanst fáa útflýggjað frá okkum, skal setast inn undir "file reference," eftirnavn skal setast í "navn," og síðan skalt tú trýsta á "submit."

Skatt viðføri 
Hevur viðførið fingið skaða, eigur tú at gera vart við skaðan beinanvegin á [email protected] ella í seinasta lagi sjey dagar eftir flogferðina. 
Vinaliga send ein teldupost við hesum upplýsingunum:

- Ferðadagur og flognummar (RCXXX) 
-Fornavn og eftirnavn 
- Leið (td. Keypmannahavn - Vágar)
- Mynd, har skaðin av viðførinum sæst 
- Nummar á viðførisspjaldri 

Viðføri gloymt umborð 
Set teg í samband við farstøðina á telefon 34 10 00 ella við telduposti [email protected] og greið gjølla frá tí, tú hevur gloymt, nær tað hendi, og hvat nummar flogfarið hevði. Gloymt viðføri og gloymdir lutir verða goymdir í fýra vikur - eftir hetta verða teir burturbeindir. Tú mást sjálv/ur koma eftir gloymda viðførinum/lutinum.