Innskrivað viðføri
Vit mæla til, at alt viðføri er skilliga frámerkt við navni og telefonnummari hjá tí ferðandi. Viðføri skal verða pakkað soleiðis, at tað tolir vanliga viðførisviðferð. Tað merkir, at viðførið skal bæði tola at bera við annað viðføri á viðførisbandinum og verða lastað í og úr flogfarinum.
Ferðandi hava sjálvi ábyrgd av at pakka innskrivaða viðføri sítt soleiðis, at innihaldið ikki fær skaða. Sambært Montrealsamtyktini ábyrgdast ferðandi fyri skaða, sum flogfelagið hevur elvt til, um viðførið er skilaleyst pakkað, t.d. um ein fløska við løgi brotnar og skaðar annað viðføri.
Vit taka ikki móti viðføri, ið vigar oman fyri 32 kg/stk. Vektmarkið er ikki galdandi fyri elektriskar koyristólar og ávíst annað viðføri, ið ikki ber til at taka sundur. Til dømis kavaraútgerð, stór ljóðføri ella livandi dýr í lastini.
Vit mæla til, at niðanfyri nevndu lutir ikki verða tiknir við í innskrivað viðføri, av tí at vit hava avmarkaða endurgjaldsábyrgd, um so er, at innskrivað viðføri verður skatt ella mist. Virðislutir sum:
Pengar, prýði/gimsteinar, telda/útgerð, telduspælútgerð, myndatól, videotól, fartelefon, glas og/ella fløskur, matur (sum ikki heldur sær), brillur/sólbrillur, lyklar, arbeiðsskjøl, samleikaskjøl, heilivágur og medisinskar váttanir
Tað er skylda hjá tí ferðandi at syrgja fyri, at viðførið ikki inniheldur nakað, sum kann seta flogfar, persónar ella góðs umborð á flogfarinum í vanda ella elva til skaða. Tað kann vera m.a. tað, sum er nevnt sum vandamikið góðs í altjóðareglunum Mere om forbudte genstande á heimasíðuni hjá danska Trafikstyrelsen.
LEGG TIL MERKIS: Ferðandi hava ábyrgd av, at viðførið er skilagott pakkað og ikki inniheldur bannaðar lutir.
