Handviðføri
Mát og vekt
| Mát | Vekt |
|---|---|
| í mesta lagi: (55x40x25cm) | 8 kg + teldutaska |
Er nøgdin av handviðføri ov stór í mun til rúmdina umborð, tilskila vit okkum rætt til at seta nakað av viðførinum í lastina á flogfarinum. Eyka viðføri ella ov stórt handviðføri kann verða tikið frá teimum ferðandi, tá ið skrivað verður inn. Tað verður vigað, merkt við ferðamálinum hjá tí ferðandi og lagt í lastina saman við restini av viðførinum.
GG: Hav altíð heilivág í handviðførinum, so tú ikki manglar hann, skuldi óhappið verið úti og viðførið verið seinkað. Er talan um serligan heilivág og til dømis sproytur, mæla vit tær til at hava eina læknaváttan við, tí tú kanst koma út fyri, at spurnartekin verður sett við hetta, tá ið tú skalt ígjøgnum trygdareftirlitið.
Hetta er vert at hava í huga, tá ið tú pakkar títt handviðføri
- Íløt, tupur, fløskur, dósir og líknandi kunnu í mesta lagi rúma 100 ml. hvør. Tilsamans kanst tú hava ein litur av løgi við tær í handviðførinum.
- Øll íløtini skulu verða pakkað í ein (og sama) 1 liturs posa, ið er gjøgnumskygdur og kann latast upp og aftur.
- Løgir fevna um t.d. gelé, smyrsl, luktilsi, tannkrem, vatn, sjampo, rakiskúm o.s.fr. Ivast tú, kanst tú spyrja á flogvøllinum áðrenn fráferð.
- Tú hevur loyvi til at hava heilivág við tær, har íløtini eru størri enn 100 ml. hvørt. Vit mæla tær tó til at hava eina læknaváttan við, sum váttar, at tær tørvar heilivágin.
- Matur til pinkubørn er, eins og sjúkrakostur, eisini undantikin hesum reglunum.
- Tollfríar vørur kunnu takast við í kabinuna um tað er forsegla í einum posan ið man skal biða um frá Dutyfree handlinum.
- Legg til merkis: Pinkubarnamatur/løgur, sjúkrakostur og heilivágur skulu øll pakkast í sama slag av gjøgnumskygdum posum, sum vanliga verða nýttir til at pakka løgir í. Trygdarvørarnir kunnu krevja, at tú prógvar, at innihaldið í posunum er tað, tú sigur tað vera.
Hesir lutir eru ikki loyvdir sum hondviðføri
- Hvassir lutir sum knívar, saksar, korkupptrekkjarar og pincettir
- Skoytur kunnu takast við á flogferðum úr Helsinki, men tað kunnu vera avmarkingar á flogferðum úr øðrum støðum
- Eldstikkur og tendrarar eru bert loyvdir, um ferðafólkið hevur teir uppi á sær, t.d. í lumma, men ikki í hondviðføri ella innskrivaðum viðføri
- Litium-ion battarí yvir 100 Wh (watt-tímar)
- Litium-metal battarí við meira enn 2 g litium
