Loyvt viðføri
Við Lætt ferðaseðli kanst tú hava eitt stykki av handviðføri (í mesta lagi 8 kg) við ókeypis umframt eina tasku undir setrið.
Við Hent ferðaseðli kanst tú hava eitt stykki av viðføri við ókeypis, sum vigar upp til 23 kg. Harumframt kanst tú hava eitt handviðføri (í mesta lagi 8 kg), umframt eina tasku undir setrið.
Við Vítt ferðaseðli kanst tú hava tvey stykkir av viðføri við ókeypis, sum viga upp til 23 kg hvørt, umframt handviðføri og tasku undir setrið.
Viðførisreglur
| VAKSIN | BØRN (2-11 ÁR) | PINKUBØRN (0-1 ÁR) | |
|---|---|---|---|
| Lætt | 1 stk handviðføri upp til 8 kg umframt tasku undir setrið | 1 stk handviðføri upp til 8 kg umframt tasku undir setrið | 1 stk barnavogn og/ella bilstól |
| Hent | 1 stk á 23 kg, 1 stk handviðføri upp til 8 kg umframt tasku undir setrið | 1 stk á 23 kg, 1 stk handviðføri upp til 8 kg umframt tasku undir setrið | 1 stk á 23 kg |
| Vítt | 2 stk á 23 kg, 1 stk handviðføri upp til 8 kg umframt tasku undir setrið | 2 stk á 23 kg, 1 stk handviðføri upp til 8 kg umframt tasku undir setrið | 1 stk á 23 kg |
Yvirvekt
| Prísur | |
|---|---|
| 1 stk eyka viðføri á 23 kg við bílegging á netinum upp til tríggjar tímar áðrenn fráferð | 249 DKK |
| 1 stk eyka viðføri á 23 kg við innskriving á flogvøllinum | 350 DKK |
| Tungt viðføri 23,1 - 32 kg | +250 DKK |
