Boða frá seinking ella skaða
Er títt viðføri ikki komið við flogfarinum, tá tú lendir í Føroyum, skalt tú boða okkum frá skjótast gjørligt og í seinasta lagi sjey dagar eftir komu við at trýsta á knøttin niðanfyri og fylla út oyðublaðið.
Um viðførið hevur fingið skaða, trýst so á knøttin niðanfyri fyri at boða frá skaðanum.
Seinkað viðføri
Vit harmast um, at títt viðføri ikki er komið fram til tíðina. Niðanfyri kanst tú boða frá seinkaðum viðføri við at fylla oyðublaðið út og trýsta á send. Gevi gætur: Hetta oyðublað skal bert brúkast, um viðførið er seinkað ávegis til Føroyar. Er viðførið seinkað við komu til annað ferðamál, skulu tit gera vart við hetta á flogvøllinum á tí ferðamálinum.Les meiraSkatt viðføri
Vit harmast um, at títt viðføri hevur fingið skaða á ferð tíni við Atlantic Airways. Vinaliga fyll teigarnar út niðanfyri og viðheft mynd av tínum viðføri, har skaðin er sjónligur.Les meira
Vit harmast um, at viðføri títt er seinkað/skatt
Vinarliga fyll oyðublaðið niðanfyri út, og minst til at viðhefta myndir av skaðanum.
