Skip to main content
Atlantic Airways Logo

Vitja bóndahjúnini í Stóru Dímun

Stóra Dímun er ein av mest avbyrgdu oyggjunum í Føroyum, og har býr bert ein bóndafamilja – Eva og Jógvan Jón, áttanda ættarlið í oynni. Oyggin hevur hvørki vegir ella havn, og einasta ferðasamband er við tyrlu.

Á tyrluferðini út til Stóru Dímun kanst tú njóta einastandandi útsýnið yvir grannoyggjar sum Koltur, Hest og Sandoy.

Komin til Dímunar fert tú við bóndunum á ein gongutúr, har tú kanst uppliva brattlendi og villar klettar, hoyra um lívið saman við 500 seyðum og mongum fuglum, og læra um túsund ára gomlu søguna hjá oynni. Hæddarpunktini eru útsýnið yvir Suðuroy og Lítlu Dímun, og bratta gøtan Kleivin, sum einaferð var einasta leið til garðin.

Njótið føroyska gestablídni, heimagjørt ábit og kanska eitt lítið glas av víni, sum er gjørt í Dímun, á hesi umleið tíma longu vitjan. Ein serstøk og ógloymandi ferð bíðar eftir tær.

Prát um ferðina

SpurningurSvar
NærHósdagar kl. 13-15
Tíðarskeið4. juni - 27. august 2026
LongdUml. 120 minuttir
HvarFráferð frá flogvøllinum í Vágum
KostnaðurDKK 3.000 fyri hvønn
BíleggingKLIKK HER

Gevið gætur! Túrurin verður bert flogin, um veðrið er til vildar og kann annars vera broyttur samsvarandi veðurlíkindunum. Tyrlan er partur av tilbúgving Føroya, og tí kunnu túrar verða útsettir (bæði dagur og klokkutíð) orsakað av bjargingaruppgávum.