Vágar runt við tyrlu
Vilt tú uppliva Vágar úr luftini? So hevur tú møguleikan nú, tí tyrlan hjá Atlantic Airways flýgur rundferð yvir Vágum hvønn mánadag. Flogið verður framvið fleiri av teimum vælumtóktu støðunum í Vágum so sum Fjallavatn, norð á Víkar og inn aftur sunnanfyri oynna framvið Trælanípu og Bøssdalafossi.
Prát um ferðina
| Spurningur | Svar |
|---|---|
| Nær | mánadagar kl. 15.15 |
| Tíðarskeið | 15. juni - 17. august 2026 |
| Longd | 20 minuttir |
| Hvar | Fráferð frá flogvøllinum í Vágum |
| Kostnaður | DKK 2.000 fyri hvønn |
| Bílegging | KLIKK HER |
Í mesta lagi 12 fólk sleppa við í senn.
Gevið gætur! Túrurin verður bert flogin, um veðrið er til vildar og kann annars vera broyttur samsvarandi veðurlíkindunum. Tyrlan er partur av tilbúgving Føroya, og tí kunnu túrar verða útsettir (bæði dagur og klokkutíð) orsakað av bjargingaruppgávum.
