Skip to main content
Atlantic Airways Logo

Djóraflutningur í kabinuni*

Smærri kelidjór (hundur og ketta) kunnu vera í kabinuni eftir serligum treytum. Djór, sum kunnu vera í lastini, fáa ikki góðkenning at vera í kabinuni. Kabinan er avmarkað til tvey djór fyri hvørja flogfráferð. Tí er neyðugt at boða okkum frá, um tú ætlar at ferðast við djórum í kabinuni.

Tvey djór kunnu verða send í sama búri, um djórini frammanundan kenna hvørt annað væl. Djórið skal verða fraktað í IATA-góðkendum búri. Mesta vekt fyri búr og djór er 8 kilo við hesum mátum sum mest loyvdu 40 x 25 x 23 cm.

Vit mæla til eina sokallaða “sherpatasku”, sum er fleksibul í stødd. Ytru mát á slíkari tasku kunnu vera størri enn støddin á búrinum, um hon kann stúvast saman til at vera innan fyri mest loyvdu mát, samstundis sum djórið hevur nøktandi pláss í búrinum. Sherpataskur kunnu keypast í flestu djórahandlum.

Djór, sum skulu við í kabinuni, verða roknað sum eitt stykki av handviðføri.

GG! Tað kostar DKK 199 fyri hvørt djór, sum skal við í kabinuna. 

Vinaliga legg til merkis, at ferðast tú við djórum, skal hetta bíleggjast frammanundan og í seinasta lagi 48 tímar áðrenn fráferð. Flutningurin skal bíleggjast, har tú hevur keypt tín ferðaseðil. Hevur tú keypt ferðaseðilin hjá Atlantic Airways kanst tú ringja til okkum á tlf. 34 10 00 ella skriva til [email protected] 

(*Tað er ikki gjørligt at hava djór við í kabinuna til/frá Reykjavík/Keflavík)