Djóraflutningur í lastini
Hetta slagið av flutningi er avmarkað til tvey djór fyri hvørja flogfráferð. Tvey djór kunnu vera í sama búri, um djórini frammanundan kenna hvørt annað væl. Mesta vekt er 14 kg pr. djór, um tey verða send í sama búri. Um tey ikki lúka hesi krøv, skulu djórini verða flutt í hvør sínum búri. Djór (hundur og ketta), sum verða flutt í lastini, skulu vera minst 8 vikur.
GG! Djórið skal vera í búrinum frá kekk-inn, til tað verður heintað í komufloghavnini.
Búr til djór í lastini: Tú skalt sjálvur syrgja fyri einum IATA-góðkendum flutningsbúri til kelidjórið. Stálbúr er ikki loyvt. Búrið skal vera úr haldgóðum tilfari umframt at vera vatntætt og reint. Búrið skal vera so stórt, at djórið fær staðið uppi, vent sær á og ligið í natúrligari støðu. Vit mæla tí ferðandi at tryggja hurðina á búrinum við plastikkstripsi áðrenn innskriving og somuleiðis kanna, at búrið ikki er skatt. Búr, sum hava skaða, verða burturvíst við innskriving.
Mest loyvdu mát á búrinum eru 150x90x90 cm (LxBxH). Vektmarkið á 32 kilo er ikki galdandi, tá ið djór verða flutt í lastini. Fartelefonnummar eigarans skal standa á búrinum á staði, sum altíð er sjónligt.
EINGI HJÓL. Um búrið hevur hjól, skulu tey verða tikin av ella klistrað føst soleiðis, at búrið ikki rullar aftur og fram.
Djór, sum skulu í lastina, verða roknað sum eitt stykki av viðføri, og kostar hetta DKK 399 fyri hvørt djórið.
Vinaliga legg til merkis, at ferðast tú við djórum, skal hetta bíleggjast frammanundan og í seinasta lagi 48 tímar áðrenn fráferð. Flutningurin skal bíleggjast, har tú hevur keypt tín ferðaseðil. Hevur tú keypt ferðaseðilin hjá Atlantic Airways, kanst tú ringja til okkum á tlf. 34 10 00 ella skriva til [email protected]