_

Stuðulspolitikkur

Høvuðsendamálið hjá Atlantic Airways er at knýta Føroyar nærri umheiminum við einum tryggum, búskaparliga burðardyggum, fjølbroyttum og aljtóða kappingarørum loftvegis sambandi við útheimin. Sum virkin luttakari í samfelagnum stuðlar felagið eisini bæði bólkum og einstaklingum.

Stuðulsveitingar eru fyri okkum ein íløga, og tí vilja vit fegin hava nakað afturfyri stuðulin. Vit stuðla ítróttini og mentanini, tí vit halda, at samfelagið eigur at hava eitt sunt og fjølbroytt mentanar- og ítróttalív. Vanliga stuðla vit landsliðum heldur enn lokalum liðum, eins og vit vilja lívga um góð talent, sum kunnu gera vart við seg sjálvi og Føroyar uttanlands.

Allar umsóknir skulu vera skrivligar, tí bert skrivligar umsóknir verða viðgjørdar. Á hendan hátt halda vit, at øll fáa møguleikan og verða viðgjørd eins. Í umsóknini skal greitt koma fram, hvat endamálið er við tiltakinum, hvat stuðulin skal nýtast til, og hvat Atlantic Airways fær afturfyri.

Av tí, at Atlantic Airways hevur avmarkaða fíggjarorku, er játtanin til stuðul sjálvsagt avmarkað, og tí má hvør stuðulsumsókn viðgerast gjølla, og øll fáa skrivligt svar. Verður umsókn um stuðul send minni enn ein mánað áðrenn tiltakið, verður sæð burtur frá umsóknini.

Atlantic Airways setti seint í 2016 á stovn stuðulsskipanina Listalflog, hvørs endamál er at stuðla føroyskari list fíggjarliga og við ferðaseðlum á rutunetinum hjá Atlantic Airways í sambandi við listaligt arbeiði og/ella eini ávísari listaverkætlan.

Stuðulin, ið er 100.000 krónur um árið, verður latin eina ferð árliga, nevniliga tann 28. mars, sum er dagurin, Atlantic Airways fór á flog fyri fyrstu ferð.
Til ber at søkja um stuðul frá fyrst í februar til miðjan mars á hvørjum ári, nærri dagfestingar verða tilskilaðar hvørt ár, tá ið lýst verður við hesum.

Vit vísa eisini til Loftbrúnna til listafólk, sum er eitt samstarv millum Norðurlandahúsið í Føroyum, Tórshavnar kommunu, Atlantic Airways og Mentamálaráðið. Endamálið er at breiða kunnleikan um føroyska mentan í útlondum við at stuðla dansarum, filmsfólkum, myndlistafólkum, rithøvundum, sjónleikarum, tónleikarum og øðrum við loftvegis flutningi til útlond og aftur í sambandi við verkætlanir ella tiltøk uttan fyri Føroyar.

Les meira og finn umsóknarskjal HER.

Aðrar úmsóknir, ið ikki eru fevndar av omanfyristandandi, kunnu sendast til okkum á:

Atlantic Airways,
Sølu- og marknaðardeildin,
380-Sørvágur.
Ella t-post til: [email protected]


Listaflog er stuðulsskipan hjá P/F Atlantic Airways.

Tann 28. mars á hvørjum ári letur Atlantic Airways 125.000 krónur í stuðli til eitt ella fleiri føroysk listafólk og/ella listaverkætlanir. Hetta er dagurin, tá Atlantic Airways fór á flog á fyrsta sinni.

Stuðul verður latin til listafólk, ið hava útbúgving ella aðra fakliga viðurkenning og arbeiða heilt ella partvís sum yrkislistafólk.

Hugskotið spretti, tá Atlantic Airways seint í 2016 gav flotanum navn; flogfør og tyrlur fingu øll nøvn eftir mætum, føroyskum listafólkum.

Ein trímannanevnd, mannað við einum umboði fyri nevnd og leiðslu í Atlantic Airways, einum umboði fyri Listafólkasamband Føroya og einum umboði, sum Almanna- og mentamálaráðið velur, viðgerð umsóknirnar og ger av, hvør fær stuðul. Harumframt er ein samskipari frá Atlantic Airways. 

Til ber at søkja um stuðul frá fyrst í februar til miðjan mars á hvørjum ári, og felagið kunnar um nærri dagfestingar á hvørjum ári, tá lýst verður við, at klárt er at søkja um stuðul.

 

Umsóknir

Nú er klárt at søkja um upp til 125.000 kr. í Listaflogi fyri 2024. Tað gert tú við at taka umsóknarblaðið niðanfyri niður og fylla tað út. Umsóknarblað og fíggjarætlan eru kravd, og tú ert eisini vælkomin at viðhefta onnur viðkomandi skjøl. Hetta skal alt sendast til [email protected] 

Umsóknarfreistin fyri 2024 er 17. mars á midnátt. 


TAK UMSÓKNARBLAÐIÐ TIL LISTAFLOG NIÐUR HER.

 

Viðtøkur fyri stuðulsskipanina Listaflog

§1 Navnið á stuðulsskipanini er “Listaflog”; eigari er P/F Atlantic Airways.

§ 2 Málið við “Listaflogi” er at stimbra føroyska list fíggjarliga og við ferðaseðlum á rutunetinum hjá Atlantic Airways í sambandi við listaligt arbeiði og/ella ávísa listaverkætlan.

§ 3 Skipanin verður stjórnaður av einari nevnd, mannað við:
- Einum umboði fyri nevnd og leiðslu í Atlantic Airways
- Einum umboði fyri Listafólkasamband Føroya
- Einum umboði, sum Mentamálaráðið velur

Umframt er ein skrivari/samskipari, sum Atlantic Airways velur.

Nevndin verður vald fyri tvey ár í senn.

Nevndin hevur fulla heimild at velja, hvør ella hvørjar av innkomnu umsóknunum verða gingnar á møti, og hvussu peningurin verður býttur millum umsøkjararnar.

§ 4 Stuðulin, sum er 125.000 DKKK tilsamans, verður latin 28. mars á hvørjum ári, sum er dagurin, tá ið Atlantic Airways fór á flog á fyrsta sinni. Umsóknir skulu sendast sambært umsóknarskjali, sum er tøkt á atlantic.fo > Stuðul > Listaflog.

Skjalið er tøkt frá februar til miðjan mars (nærri dagfestingar tilskilaðar hvørt ár).

§ 5 Stuðulin kann vera latin einum ella fleiri listafólkum og/ella listaverkætlanum. Stuðulin kann, umframt pening, eisini fevna um ferðaseðlar á rutunetinum hjá Atlantic Airways í sambandi við verkætlanina – í mesta lagi fimm ferðaseðlar aftur og fram. Grundgevast skal fyri, hví ferðin hevur týdning fyri verkætlanina.

Stuðul verður latin til listafólk, ið hava útbúgving ella aðra fakliga viðurkenning og arbeiða heilt ella partvís sum yrkislistafólk.

Stuðulin verður latin sambært galdandi skattareglum.

§ 6 Treytir

Fyri at fáa stuðul, skal listafólkið búgva í Føroyum ella vera føroyingur búsitandi uttanlands.

Listafólkið skal kunna vísa á, hvussu stuðulin skal brúktast, og eisini skal Listaflog áðrenn 28. mars árið eftir móttaka eina frágreiðing (skrivliga, myndir, video osfr.) um, hvussu stuðulin varð brúktur.

Fíggjarætlan skal fyriliggja.

Umsókn um stuðul skal vera okkum í hendi í tíðarskeiðnum fyrst í februar til hálvan mars á hvørjum ári, sum stuðulin verður latin 28. mars. Felagið kunnar alment, nær klárt er at taka ímóti umsóknum og hvussu leingi. Umsóknir, sum koma uttanfyri nevnda tíðarskeið, verða ikki tiknar við.