Skip to main content
Atlantic Airways Logo

Uppliv okkara framkomna flota

Atlantic Airways er tjóðarflogfelag Føroya og hevur ein tann nýggjasta flotan í Evropa við Airbusflogførum og Leonardo AW139 tyrlum, sum er serliga útgjørdur til føroysk viðurskifti.

HEPA-filtur

Øll okkara flogfør hava HEPA-filtur (High Efficiency Particulate Air filtur), sum avmarka munandi um spjaðing av luftbornum dropum:

- Luftin verður beinanvegin trýst frá loftinum niður í gólvið

- Luftin umborð verður skift út 2.-3. hvønn minutt

- Fangar upp til 99,99% av øllum smáverum (mikrobum) sum td. virus og bakteriur

RNP AR 0.1

Atlantic Airways var fyrst í Evropa at nýta fylgissveinatøknina RNP AR 0.1, sum ger tað gjørligt hjá flogførunum at flúgva rundanum øki við nógvum turbulensi og harvið eisini minka um CO2 útlátið. Tøknin betrar eisini munandi um reglusemið til Vágar, tí okkara flogfør kunnu lenda í munandi verri sýni enn áður.

Airbus 320neo

Atlantic Airways fekk í juli 2019 tað fyrsta nýggja Airbus320neo flogfari. Nýggju neo-flogførini brenna 15-20% minni olju. Neo merkir New Engine Option og teir nýggju motorarnir betra kappingarførið hjá Atlantic Airways, samstundis sum sporini á umhvørvið minka. 

William (OY-RCJ)

Airbus 320-214 William (OY-RCJ)
SlagAirbus 320-214
Byggiár2016
Motorar / Megi2x CFM56-5B4/3
Longd37,57 m
Veingjavídd34,1 m
Longsta strekki4.800-5.700 km
Ferð911 km/t
Tal av ferðandi174
Manning1 skipari 1 stýrimaður 4 flogternur

Ingálvur (OY-RCK)

Airbus 320neo Ingálvur (OY-RCK)
SlagAirbus 320neo
Byggiár2019
Motorar / Megi2x CFM LEAP 1A26
Longd37,57 m
Veingjavídd35,8 m
Longsta strekki6.500 km
Ferð833 km/t
Tal av ferðandi174
Manning1 skipari 1 stýrimaður 4 flogternur

Tita (OY-RCL)

Airbus 320neo Tita (OY-RCL)
SlagAirbus 320neo
Byggiár2020
Motorar / Megi2x CFM LEAP 1A26
Longd37,57 m
Veingjavídd35,8 m
Longsta strekki6.500 km
Ferð833 km/t
Tal av ferðandi174
Manning1 skipari 1 stýrimaður 4 flogternur

Elinborg (OY-RCM)

Airbus 320-214 Elinborg (OY-RCM)
SlagAirbus 320-214
Byggiár2016
Motorar / Megi2x CFM56-5B4/3
Longd37,57 m
Veingjavídd34,1 m
Longsta strekki4.800-5.700 km
Ferð911 km/t
Tal av ferðandi180
Manning1 skipari 1 stýrimaður 4 flogternur