Skip to main content
Atlantic Airways Logo

Ferðaseðlatreytir frá 1. november 2026

Frá 1. november 2026 tekur Atlantic Airways nýggj ferðaseðlasløg í nýtslu.

Nýggju ferðaseðlasløgini eru galdandi fyri ferðir frá 1. november 2026, sum eru keyptar eftir 3. september 2026.

Samlaðu ferðatreytir síggjast undir her:

LættHentVítt
FarleiðAllarAllarAllar
Matur*)Til keypsTil keypsTil keyps
Fast Track**)Har tøkt
Atgongd til lounge ***)Har tøkt
Innskrivað viðføri1 stk. á 23 kg2 stk. á 23 kg
Taska undir setrið1 x (40x30x15 cm)1 x (40x30x15 cm)1 x (40x30x15 cm)
Handviðføri1 x 8 kg (55x40x25cm)1 x 8 kg (55x40x25cm)1 x 8 kg (55x40x25cm)
Súlubonus
250 stig500 stig (SÓL)
500 stig1.000 stig (SÓL)
1.000 stig2.000 stig (SÓL)
Broyting av ferðadegi og/ella farleið650 DKK/stk + møg. prísmun650 DKK/stk + møg. prísmun0 DKK + møg. prísmun
Navnabroyting ****)600 DKK600 DKK
Kann endurgjaldast *****)
Vel stól við innskriving ókeypis
Vel stól við bíleggingTil keypsTil keyps
No showFerðin mistFerðin mistKann broytast ella endurgjaldast innan 1 ár
24 tímar angrirætt
Samanseting av ferðaseðlasløgum
Avsláttur fyri børn undir 12 ár (sum sita í egnum stóli)35% av grundprísinum35% av grundprísinum35% av grundprísinum
Avsláttur fyri børn undir 2 ár (uttan egnan stól)90% av grundprísinum90% av grundprísinum90% av grundprísinum

*) Til/frá Edinburgh og Keflavík rutum er ikki møguligt at bíleggja mat fyri fráferð. Tó er eitt avmarkað úrval til keyps umborð.

**) Fast-track tøkt í Keypmannahavn, Billund, Oslo, Aalborg, París og Keflavík.

***) Lounge atgongd er bert við fráferð úr Keypmannahavn, Billund, Oslo, Edinburgh, París ella Reykjavík. Vítt gevur atgongd til fylgjandi: Keypmannahavn – Aviator Lounge, Billund – King Amlet Lounge, Aalborg – Aalborg Airport Lounge, Oslo – OSL Lounge International, Keflavík – Icelandair Saga Lounge, Edinburgh – Turkish Airlines Lounge, París - EXTIME Lounge

****) Navnabroyting og endurgjald av ferðaseðlum kann bert avgreiðast gjøgnum Kundatænastuna (tlf. +298 34 10 00). Legg til merkis, at navnabroyting er bert gjørlig, áðrenn fyrstu fráferð. Tvs., at er talan um ein ferðaseðil aftur og fram, er bert gjørligt at broyta navn, áðrenn útferðin verður brúkt.

*****) Undantøk viðvíkjandi avgjøldum kunnu vera galdandi fyri børn 11 ár og yngri.

  • Møtir tú ikki upp til fráferð: Lætt og Hent — hesin partur av ferðini er mistur. Hetta er eisini galdandi fyri samanhangandi ferð, t.d. Vágar–Keypmannahavn–Oslo.
  • Eyka viðføri, 1 stk. upp til 23 kg: við bílegging á netinum upp til tríggjar tímar áðrenn fráferð 249 DKK/stk.; á flogvøllinum við innskriving 350 DKK/stk. Tungt viðføri frá 23,1–32 kg: +250 DKK.
  • Fyri bíleggingar gjøgnum Kundatænastuna verður eitt avgreiðslugjald á 275 DKK lagt omaná prísin. Fyri broytingar gjøgnum Kundatænastuna er avgreiðslugjaldið 200 DKK fyri hvønn ferðandi.
  • Aðrar treytir kunnu verða galdandi á samanhangandi ferðum við øðrum flogfeløgum.