Skip to main content
Atlantic Airways Logo

Børn, ið ferðast einsamøll

Onkuntíð er neyðugt hjá børnum at ferðast einsamøll.  Atlantic Airways hevur tí eina tænastu, har vit bjóða okkum at ansa barninum á ferðini.

Hendan tænastan er fyri børn millum 5 og 15 ár. Børn 5-11 ár skulu nýta hesa tænastu; fyri børn millum 12-15 ár er tænastan sjálvvald.

Er barn títt millum 5 og 11 ár og ferðast saman við einum, ið er 16 ár ella eldri, er ikki neyðugt at bíleggja hesa tænastu.

Fyri at tryggja, at barnið fær váttað pláss, mæla vit til at bíleggja í góðari tíð, tí tað er avmarkað, hvussu nógv børn kunnu ferðast einsamøll á hvørjari ferð. 

Í tann mun tað er gjørligt, mæla vit eisini til, at børn, ið skulu ferðast einsamøll, ferðast í dagtímunum.

Henda tænasta kostar 350 kr fyri hvønn vegin.

Hava tit ivamál, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við kundatænastu okkara.

Tú skalt útfylla eitt handfaringarskjal. Tað inniheldur persónsupplýsingar hjá barninum, ferðaskrá, navn og telefonnummar á persóni, ið avleverar barnið við fráferð, og persóni, ið kemur eftir barninum við komu umframt undirskrift hjá foreldur/verja. Til ber at taka handfaringarskjalið niður og fylla tað út nú.

GG! Til fráferð úr Føroyum skal barnið møta á flogvøllinum 1½ tíma áðrenn fráferð. Til fráferðir av flogvallum uttanlands skal barnið møta á flogvøllinum 2 tímar áðrenn fráferð.

Tú skalt hjálpa barni tínum at innskriva viðførið á flogvøllinum. Tú skalt altíð vísa galdandi samleikaprógv við innskriving, líkamikið hvagar barnið skal ferðast, og tú skalt vera á flogvøllinum, til flogfarið er farið á flog.

Starvsfólk hjálpa síðani barni tínum gjøgnum trygdareftirlitið, allan vegin út í flogfarið og ansa eftir tí umborð. Tá flúgvarin er lendur, fylgja starvsfólk barninum úr flogfarinum, eftir viðførinum og út ígjøgnum toll- og passeftirlitið. Síðani verður barnið latið tí persóni, sum er komin at taka ímóti (tann, sum stendur á handfaringarskjalinum). Fyri at tryggja, at tað er rætti persónur, ið tekur ímóti barninum, skal viðkomandi, vísa galdandi samleikaprógv.

Eru seinkingar ella líknandi, verður ansað serliga væl eftir barninum. Vit syrgja fyri, at tú, sum foreldur/verji, verður kunnað/ur um allar broytingar. Barnið er ongantíð uttan umsjón.

GG! Um tað við fráferð er ivamál, hvørt tað ber til at lenda á ferðamálinum ella ikki (t.d. orsakað av toku ella vánaligum veðri), kann barnið ikki ferðast einsamalt.

Vit átaka okkum ikki at hjálpa barninum við at keypa í tollfría handlinum við fráferð/komu. Vit vísa á, at tað ber til at keypa og rinda fyri vørur frammanundan á heimasíðuni hjá Duty Free FAE, so vøran er klár at heinta, tá ið barnið fer avstað ella lendir.