Børn
Børn yngri enn tvey ár uttan egið setur fáa 90% avsláttur av ferðaseðlaprísinum. Børn yngri enn 12 ár við egnum setri fáa 35% avsláttur av ferðaseðlaprísinum + avgjøld.
Ja. Onkuntíð er neyðugt hjá børnum at ferðast einsamøll. Atlantic Airways hevur tí eina tænastu, har vit bjóða okkum at ansa barninum á ferðini.
Hendan tænastan er fyri børn millum 5 og 15 ár. Børn millum 5 og 11 ár skulu nýta hesa tænastu; fyri børn millum 12og 15 ár er tænastan sjálvvald.
Les meira her og finn neyðug skjøl at fylla út áðrenn fráferð.
Smábørn yngri enn tvey ár uttan setur verða knýtt at navninum á fyrsta ferðandi í bíleggingini á netinum.
Um pinkubarnið ikki hevur fingið navn, tá ferðaseðilin verður keyptur, so skal fornavnið skrivast soleiðis: ‘baby’, ‘babygirl’ ella ‘babyboy’. Eftirnavnið skal vera tað sama, sum hjá tí vaksna, sum pinkubarnið verður bókað saman við.
Um pinkubarnið fær navn áðrenn fráferð, kostar tað DKK 200 í avgreiðslugjaldi at broyta navn og/ella føðidato.
Vilt tú hava bilstól við umborð, skalt tú bíleggja barnaferðaseðil til pinkubarn títt og tískil rinda sama prís sum fyri 2-11 ára gomul børn. Bilstólurin kann annaðhvørt vera fram- ella afturvendur og verður spentur fastur í setrið við síðuna av tínum. Tá ið tú bíleggur setur til bilstól, skalt tú seta teg í samband við Kundatænastuna +298 341000
Innskrivaður bilstólur er ókeypis.
