At keypa eitt gávubræv frá Atlantic Airways er skjótt og einfalt. Gávukortið verður goldið við einum gjaldskorti, og vit senda tær tað við telduposti beinavegin.
Keyp
Gávubrøv kunnu keypast á heimasíðu okkara á www.atlantic.fo. Tey verða send við telduposti til keyparan sum ein krøkja í PDF format. Krøkjan kann prentast út ella sendast víðari við telduposti til móttakaran.
Minst loyvda upphædd fyri keypi er DKK 200.
Gávubrøv eru galdandi í fimm ár frá keypsdegnum og kunnu ikki býtast um til reiðan pening.
Gjald
Til ber at gjalda við Dankort/VISA, Eurocard ella Mastercard. Online gjøld verða viðgjørd via Quickpay A/S.
Legg til merkis
Til ber at angra keypið innan 24 tímar og fáa alt endurgoldið.
Upphæddin verður flutt á sama gjaldskort, sum gávubrævið varð goldið við.
Hevur tú av misgávum skrivað skeiva upphædd, mást tú seta teg í samband við okkum, á [email protected] ella við at ringja á tlf 34 10 00, og vit kunnu rætta upphæddina fyri teg.
Nýtsla
Gávubrøv kunnu einans nýtast til keyp av ferðaseðlum á rutunetinum hjá Atlantic Airways
Vel flogferð á atlantic.fo og vel "Gávubræv" sum gjaldshátt. Trýst síðani á "Halt fram" og tøppa gávubrævnummarið inn.
Um ferðin kostar meira enn virðið á gávubrævinum, ber til at rinda prísmunin við gjaldskorti.
Dátuverndarkunning
Atlantic Airways viðger tínar persónsupplýsingar og tíni lógarásettu rættindi. Serstakar viðskiftatreytir t.d. í sambandi við keyp av ferðaseðlum, gávubrøvum o.t. hava forrættindi framum hesa kunning.
Les meira um dátuverndarkunning