Vit flúgva beinleiðis til Oslo alt árið.
Vitja norska høvuðsstaðin Oslo, tað tekur minni enn tveir tímar á flogi úr Vágum. Oslo er kendur fyri tey nógvu søvnini m.a. Munchmuseet og ikki at gloyma Mathallen, har tú fært alskyns matvørur við íblástri úr øllum heiminum og ikki minst serliga dygdargott og lokalt sjógæti. Norski høvuðsstaðurin er uttan iva ein tann mest spennandi stórbýurin - og so eru vit so heppin at hava hann sum nærmasta granna.
Ivast tú í hvat tú kanst gera í Oslo í millum dystirnar? Lurta eftir okkara poddvarp um Oslo undir her!
| Íbúgvatal | 717.000 |
| Tíðargeiri | GMT+1 |
| Mál | Norskt |
| Gjaldoyra | NOK |