Skip to main content
Atlantic Airways Logo

Viðføristreytir fyri leiguflúgving

Hondviðføri

Alt hondviðføri, sum verður tikið við á ferðina, skal góðkennast av starvsfólkunum við innskrivingina á fráferðarflogvøllinum áðrenn fráferð.

Vinarliga tryggið tykkum, at hondviðførið ikki fer upp um loyvdu hámarksmátini: 50 × 40 × 25 cm, og at samlaða vektin í mesta lagi er 8 kg. Um hondviðførið fer upp um hesi mørk, skal tað innskrivast sum viðføri.

Veskur í hondviðføri

Allar veskur í hondviðføri skulu vera í íløtum - í mesta lagi 100 ml.

Øll íløt skulu vera í einum gjøgnumskygdum 1 liturs plastposa, sum í mesta lagi er 20 × 20 cm.

Plastposin skal takast úr hondviðførinum og vísast fram fyri seg í trygdareftirlitinum á flogvøllinum.

Innskrivað viðføri

Minst til at kanna, hvussu nógv viðføri tú hevur loyvi at innskriva áðrenn fráferð. Einki einstakt viðføri má viga meira enn 32 kg.

Um tú ferðast við serligum viðføri, verður eitt serligt gjald kravt alt eftir, hvat slag av viðføri talan er um. Sí prísir og treytir niðanfyri:

SlagKostnaðurMesta vekt/stødd
SurfbrettiDKK 500,0015 kg
KiteboardDKK 700,0020 kg*
VindsurfingbrettiDKK 900,0030 kg / 4 m langt
SúkklaDKK 700,0025 kg**
KavaraútgerðDKK 700,0030 kg***
GolfútgerðDKK 600,0015 kg

* Eitt kiteboard ella ein taska við kiteboardi, seglum og tilhoyri.

** Stýrið á súkkluni skal vendast inn móti stellinum, og pedalarnar skulu takast av.

*** Kavarafløskur skulu vera fullkomiliga tómar.

GEVIÐ GÆTUR: Gjald fyri yvirvekt skal rindast við fráferð. Prísirnir fyri serligt viðføri eru galdandi fyri bæði fráferð og heimferð.