Skip to main content
Atlantic Airways Logo

Súlubonus

Fá fyrimunir við Súlubonus

Øll kunnu tekna seg sum lim í Súlubonus hjá Atlantic Airways; bæði vaksin og børn (2 ár ella eldri). Sum limur í súlubonusskipanini hjá Atlantic Airways, fært tú fleiri fyrimunir, jú oftari tú ferðast.

Hvør ferð gevur eitt ávíst tal av stigum, alt eftir hvørjum slagi av ferðaseðli, tú ferðast við og hvørjari farleið. Stigini kanst tú savna saman til eina súluferð.

Umframt vanliga súlukortið, sum øll fáa, tá tey limað seg inn í Súlubonus, kanst tú fáa eitt gullkort, sum krevur 15.000 súlustig árliga. Gullkortið gevur ágóðar sum til dømis atgongd til fast-track og lounge á ymsum flogvøllnum.

Súlubonus er áhaldandi í menning, og í framtíðini fara fleiri fyrimunir at verða knýttir at skipanini.

So fylg við við at stovna tær ein vanga í dag, tí so ert tú longu væl á veg á tína fyrstu súluferð.