Skip to main content
Atlantic Airways Logo

Skerdur førleiki

Fyri at tryggja bestu hjálpina tær tørvar á ferðini, má ferðaseðilin og hjálpin bíleggjast samstundis og í seinasta lagi 48 tímar áðrenn fráferð. Um tú bíleggur seinni, vilja vit gera okkara besta fyri at hjálpa tær. Á hesi síðuni finnur tú kunning um ymisku tænasturnar, sum vit bjóða ferðandi við skerdum førleika. Lesið vinarliga okkara reglugerðir og treytir.

Kann eg ferðast uttan fylgjara? Tey flestu ferðandi við skerdum førleika kunnu ferðast við Atlantic Airways uttan fylgjara. Fyri at varðveita trygdina hjá øllum ferðandi, eisini til ferðandi við skerdum førleika, og fyri at sleppa undan, at ein møgulig evakuering verður seinkað, eru tað einstøk ferðandi, sum mugu hava ein fylgjara við sær á ferðini. Hetta er eitt krav sambært undantakstreytunum, sum lýstar eru í (EF) 1107/2006 grein 4.2.

Fylgjari

Ein fylgjari ella røktari er tann persónurin, sum hevur ábyrgdina av, at tú hevur tað gott, meðan tú fert umborð/úr flogfarinum, vanligu trygdini hjá tær á flogferðini, og at tú fært neyðugu hjálpina í sambandi við evakuering. Fylgjarin skal vera minst 18 ára gamal/gomul og sita við síðuna av tær.

Fylgjarin kann ikki vera fylgjari hjá fleiri ferðandi samstundis.

Legg til merkis! Okkara flogtænastufólk skulu ikki lyfta teg frá flogsetrinum til koyristól og skulu ikki hjálpa tær á wc ella í sambandi við heilivág. Tey kunnu hjálpa eitt sindur til í sambandi við mat, men annars ikki hjálpa tær at eta.

Góð ráð viðvíkjandi ferðafólkum við skerdum førleika Fyri at kunna geva okkara ferðandi best møguligu hjálpina, og í samsvari við EU-fyriskipan 1107/2006, mugu vit hava upplýsingar um tín tørv á hjálp í seinasta lagi 48 tímar undan fráferð fyri at kunna ábyrgdarhavandi á flogvøllinum um neyðugu hjálpina.

Serlig krøv og kunning um tænastuna, sum vit bjóða

WCHC - Kabina

Tann ferðandi er ikki før/ur fyri at flyta seg sjálvur. Neyðugt er við koyristóli til/frá flogfarinum, og tann ferðandi skal berast upp/niður gjøgnum trappur og til/frá setrinum.

Tað verður kravt, at fylgjari er bílagdur í somu WCHC-bílegging.

WCHS - Trappur

Tann ferðandi er ikki før/ur fyri at nýta trappur, men klárar at koma til/frá setrinum. Neyðugt er við koyristóli til/frá flogfarinum og tann ferðandi skal berast upp/niður gjøgnum trappur.

WCHR - Rampa

Tann ferðandi er før/ur fyri at nýta trappur og er før/ur fyri at koma til/frá setrinum við egnari hjálp. Tað er neyðugt við koyristóli til/frá flogfarinum.