24 tímar angrirætt
Vit bjóða kundum okkara møguleika at angra keypið innanfyri 24 tímar frá, keypið er gjørt og fáa allan peningin aftur, tó í seinasta lagi tríggjar tímar áðrenn fráferð.
Um tú hevur bílagt eina ferð við Atlantic Airways og kanska skrivað skeivt navn, valt skeivan dag ella angrað títt keyp, kanst tú fáa allan flogferðaseðilin endurgoldnan, um tú setur teg í samband við okkum innan 24 tímar frá keypstíðspunktinum.
Tú kanst ringja til Kundatænastu okkara á +298 34 10 00 ella senda ein teldupost til [email protected]
Minst til at viðmerkja navn á ferðandi og bíleggingarnummar - restini taka vit okkum av!
Tað týdningarmesta er, at tú gert vart við teg innan teir 24 tímarnir eru farnir. Send okkum ein teldupost á [email protected] við omanfyrinevnda. Tá er tað tíðspunktið, ið vit hava móttikið tín teldupost, ið er galdandi. (Serligar treytir eru galdandi fyri bólkaferðir og pakkaferðir. Hesar verða upplýstar í bíleggingarsamskiftinum.)