Skip to main content
Atlantic Airways Logo

Sveiggj

Heimurin er áhugaverdur, og heimið er best. Endamálið við Sveiggj-ferðaseðlunum er at knýta lesandi og ungdóm, sum búgva uttanlands nærri Føroyum, umframt at gera tað meiri áhugavert hjá ungum føroyingum at búgva og nema sær útbúgving í Føroyum. Tí bjóðar Atlantic Airways ungdómi og lesandi at flúgva fyri serprís.

Sveiggj-ferðaseðlar eru til øll ung undir 26 ár og føroysk fulltíðarlesandi 26 ár og eldri, ið fáa lestrarstuðul ella ferðastuðul frá Studna.

Sveiggj Lætt er til tín, sum ferðast uttan innskrivað viðføri, meðan Sveiggj er til tín, sum ferðast við innskrivaðum viðføri.

Treytir fyri Sveiggj ferðaseðlar

Sveiggj LættSveiggj
FarleiðAllarAllar
Taska undir setrið1 x (40x30x15cm)1 x (40x30x15cm)
Handviðføri1 x 8 kg (55x40x25cm)1 x 8 kg (55x40x25cm)
Innskrivað viðføri1 stk. á 23 kg
Súlubonus100 stig250 stig
Vel stól við bíleggingTil keypsTil keyps
Broyting av ferðadegi og/ella farleið500 DKK/stk + møg. prísmun500 DKK/stk + møg. prísmun
Matur*)Til keypsTil keyps
Navnabroyting **)600 DKK600 DKK
24 tímar angrirætt
Vel stól við innskriving ókeypis
No showFerðin mistFerðin mist
Samanseting av ferðaseðlasløgum

*) Til/frá Edinburgh og Keflavík rutum er ikki møguligt at bíleggja mat fyri fráferð. Tó er eitt avmarkað úrval til keyps umborð.

**) Um navn verður broytt á einum SVEIGGJ ferðaseðli, skal tann nýggi ferðandi eisini lúka treytirnar fyri SVEIGGJ ferðaseðlum. Ung undir 26 ár kunnu broyta navn á SVEIGGJ-ferðaseðlinum við at ringja til Kundatænastuna hjá Atlantic Airways ella ferðaskrivstovuna, har tú hevur bílagt ferðaseðilin.

  • Eyka viðføri, 1 stk. upp til 23 kg: við bílegging á netinum upp til tríggjar tímar áðrenn fráferð 249 DKK/stk.; á flogvøllinum við innskriving 350 DKK/stk. Tungt viðføri frá 23,1–32 kg: +250 DKK.
  • Fyri bíleggingar gjøgnum Kundatænastuna verður eitt avgreiðslugjald á 275 DKK lagt omaná prísin. Fyri broytingar gjøgnum Kundatænastuna er avgreiðslugjaldið 200 DKK fyri hvønn ferðandi.

OSS