Súlubonus

Atlantic Airways hevur eina talgilda trúfestisskipan, sum tú kanst gerast limur í og harvið savna tær stig saman, tá ið tú flýgur við okkum. Stigini kanst tú brúka til at keypa ferðaseðlar fyri.

Fá fyrimunir við Súlubonus

Øll kunnu tekna seg sum lim í Súlubonus hjá Atlantic Airways; bæði vaksin og børn (2 ár ella eldri). Sum limur í súlubonusskipanini hjá Atlantic Airways, fært tú fleiri fyrimunir, jú oftari tú ferðast.

Hvør ferð gevur eitt ávíst tal av stigum, alt eftir hvørjum slagi av ferðaseðli, tú ferðast við og hvørjari farleið. Stigini kanst tú savna saman til eina súluferð.

Umframt vanliga súlukortið, sum øll fáa, tá tey limað seg inn í Súlubonus, kanst tú fáa eitt gullkort, sum krevur 20.000 súlustig árliga. Gullkortið gevur ágóðar sum til dømis atgongd til CPH fast-track og lounge á flogvøllinum í Kastrup.

Súlubonus er áhaldandi í menning, og í framtíðini fara fleiri fyrimunir at verða knýttir at skipanini.

So fylg við við at stovna tær ein vanga í dag, tí so ert tú longu væl á veg á tína fyrstu súluferð.

Stigatalva

SVEIGGJ

BÓLKAR

LÁGPRÍS

SVEIM

SVEIM+

Flogleið

Vunnin stig
(Einvegis)

Vunnin stig
(Einvegis)

Vunnin stig
(Einvegis)

Vunnin stig
(Einvegis)

Vunnin stig
(Einvegis)

Danmark & NORÐ*

250

500

500

750

1.000

SÓL**

-

1.000

1.000

-

1.500

Vunnin stig skulu brúkast innan 7 ár. 

Súluferðaseðil

Niðanfyri sæst, hvussu nógv stig tú skalt savna tær fyri at fáa eina t/r súluferð.

Danmark & NORÐ*

10.000

SÓL**

20.000

Skattir og ferðaavgjøld skulu rindast av Súluferðaseðlum. 

* Keypmannahavn, Aalborg, Billund, Reykjavík, Bergen, Edinburgh

** Barcelona, Mallorca, Lissabon, Malta, Gran Canaria

Súlubonus GULL

GULL limaskapur í Súluskipanini er okkara næsthægsta limastig. Gull er bæði fyri privat- og vinnukundar.

Fyri at fáa GULL-limaskap sum privatkundi skalt tú hava ferðast fyri 20.000 stig innanfyri eitt ár

Vinnukundar kunnu eisini fáa GULL-limaskap við eini vinnukundaavtalu við Atlantic Airways.

Súlubonus BASALT

BASALT limaskapur í Súluskipanini er okkara hægsta limastig, sum vit bert bjóða okkara allar trúgvastu kundum. BASALT er tað hægsta stigið í Súluskipanini. BASALT er bæði fyri privat- og vinnukundar.

Fyri at fáa BASALT limaskap sum privatkundi, skalt tú hava ferðast fyri 40.000 stig innanfyri eitt ár.

Vinnukundar kunnu eisini fáa BASALT limaskap við vinnukundaavtalu við okkum.

GULL-limaskapur hevur hesar ágóðarnar við sær:

Kom skjótt ígjøgnum trygdareftirlitið á flogvøllinum í Kastrup við CPH EXPRESS

Atgongd til Aviator Lounge á flogvøllinum í Kastrup

Fá altíð eitt eyka stykki av viðføri ókeypis við á ferðini

*GULL-limaskapur er galdandi eitt ár frá útgávudegnum.

BASALT-limaskapur hevur hesar ágóðarnar við sær:

Kom skjótt ígjøgnum trygdareftirlitið á flogvøllinum í Kastrup við CPH EXPRESS

Tak tær av løttum í ATELIER RELAXIUM LOUNGE á flogvøllinum í Kastrup

Matur og drekka umborð á okkara rutuflogførum er íroknað - Fá altíð eitt eyka stykki av viðføri ókeypis við á ferðini

*BASALT-limaskapur er galdandi eitt ár frá útgávudegnum.

Ofta spurdir spurningar

Hvussu gerist eg limur í Súlubonus?
Tú gerst limur á heimasíðu okkara við at stovna tær ein vanga ovast á heimasíðu okkara ella longur uppi á hesi síðuni. Hvør einstakur limaskapur krevur eina teldupostadressu. Eisini tá ið talan er um børn. 

Hvar bíleggi eg ein súluferðaseðil?
Tað kann bert gerast við at ringja til Kundatænastuna á tlf. 34 10 00 ella við at skriva til [email protected]

Kann eg leggja súlustig saman frá t.d. fleiri súluvangum?
Nei, vunnin súlustig eru persónlig og knýtt at persóninum, ið eigur súlukortið. Tískil kunnu tveir ella fleiri persónar ikki leggja síni súlustig saman.

Hvussu nógv súlustig kostar ein ferðaseðil?
Trýst HER fyri at koma til yvirlitið, sum vísir, hvussu nógv súlustig skulu til fyri at fáa ein ferðaseðil.

Hvussu beri eg meg at, um eg ikki havi fingið súlustig fyri mína fráferð?
Tú kanst altíð síggja tíni súlustig og ferðir á tínum súluvanga á netinum. Um tú hevur gloymt at skráseta súlustig við fráferð, ella um tú hevur bílagt ein ferðaseðil uttanfyri vangan, kanst tú seta teg í samband við Kundatænastu okkara við at senda ein teldupost til [email protected] . Legg til merkis, at hetta er bert galdandi fyri ferðir aftaná 28.03.17
Eftirskráseting av stigum ber til upp til seks mánaðir eftir, at ferðin er lokin. GG! Fyri at fáa stig fyri tína ferð, mást tú hava meldað teg í Súlubonusskipanina, áðrenn ferðin byrjar. 

Kann eg keypa súluferðaseðil, hóast eg ikki havi nóg nógv súlustig til ein einvegis ella t/r ferðaseðil?
Nei, tað er ikki møguligt.

Geva øll sløg av ferðaseðlum stig?
Ja, men slagið av ferðaseðli ger av, hvussu nógv stig tú fært. Tó geva leiguferðir ikki stig. Sí stig talvu longri uppi á síðuni.

Fái eg stig við SVEIGGJ-ferðaseðlum?
Eitt SVEIGGJ gevur sjálvandi eisini súlustig. Í yvirlitinum longri uppi á síðuni sært tú, hvussu nógv stig tú fært fyri tey ymsu sløgini av ferðaseðlum.

Hvussu leingi eru stigini galdandi?
Vunnin stig skulu verða brúkt innan sjey ár.

Skal eg gjalda skattir og avgjøld fyri súluferðaseðil?
Ja, skattir og avgjøld skulu gjaldast fyri súluferðaseðlar – og hesar upphæddir eru ymiskar alt eftir valdari farleið.

Hvør kann nýta míni súlustig?
Súlustig eru persónlig. Tó kunnu hesi húsfólk nýta súlustig hjá øðrum, treytað av at eigarin hevur játtað: hjúnafelagi, skrásettur felagi ella samlivi, umframt børn í húskinum, ið eru yngri enn 25 ár. Nevndu húsfólk kunnu brúka súlustig, uttan at eigarin sjálvur er við.

Kann eg bíleggja súluferðaseðil á øllum rutunetinum hjá Atlantic Airways?
Ja, á øllum vanligum rutum, tó ikki á leiguflogførum.

Eru súluferðaseðlar altíð tøkir?
Ein ávís nøgd av súluferðaseðlum eru á flest øllum rutum. Tó kann tað verða útselt, og tí ræður um at bíleggja í góðari tíð.

Kann ein súluferðaseðil broytast?
Ja, súluferðaseðlar kunnu broytast fyri eitt gjald. Tað er gjørligt at broyta navn, ferðadag og farleið. Hvør broyting kostar eitt broytingargjald. Navnið á súluferðaseðli kann bert broytast til onkran í tínum húski. Tað verið seg hjúnafelagi, skrásettur felagi, samlivi ella børn í húskinum, ið eru yngri enn 25 ár. GG! Eitt avgreiðslugjald verður kravt fyri broytingar. 

Er 24 tíma angrirættur galdandi fyri súluferðaseðlar?
Angrar tú títt keyp innan 24 tímar, fært tú stigini, umframt skattir og avgjøld afturgoldin. Tó er týdningarmikið, at tú setir teg í samband við okkum innan 24 tímar eru farnir fyri at tryggja tær, at tú fært stigini aftur. Tað kanst tú gera við at ringja til Kundatænastuna á tlf. 34 10 00 ella við at skriva til okkara á [email protected]

Eru fleiri sløg av súlulimaskapum?
Ja! Jú fleiri stig tú forvinnur, jú betri limaskap fært tú. Og við tí fylgja fleiri fyrimunir við. Tá ið tú hevur fingið 20.000 stig innan 365 dagar, fært tú Súlubonus GULL, ið gevur atgongd til Fast-track og lounge í Keypmannahavn. Legg til merkis, at vit áhaldandi menna Súluskipanina, og tískil koma fleiri fyrimunir í framtíðini.

Kann eg broyta ein súluferðaseðil til ein vanligan ferðaseðil?
Nei, skalt tú broyta til dømis dagfesting á einum súluferðaseðli, er neyðugt, at ein súluferðaseðil er tøkur á nýggju dagfestingini.

Treytir

Limatreytir fyri Súlubonus hjá Atlantic Airways
Hesar eru viðtøkurnar fyri limaskap í Súlubonusskipanini hjá Atlantic Airways. Umframt nevndu reglur og treytir í hesum viðtøkum, galda viðtøkurnar, tá ið luttikið verður í Súluskipanini hjá Atlantic Airways eins og nevnt er niðanfyri. Limur í Súluskipanini hevur við innliman góðtikið hesar viðtøkur.

Sum avleiðing av nýggju persónsdátufyriskipanini, sum kemur í gildi 25. mai 2018, hava vit dagført limatreytir okkara fyri limaskapi í bonusskipanini hjá Atlantic Airways. Dagføringin viðvíkur nýggja brotinum um viðgerð av tínum persónsupplýsingum.

Umframt nevndu reglur og treytir í hesi áseting eru ásetingar galdandi, tá ið tú ert limur í bonusskipanini hjá Atlantic Airways, soleiðis sum tær eru nevndar niðanfyri. Limirnir í bonusskipanini hava við tilmeldingina góðtikið nevndu ásetingar.

§ 1.0 Viðgerð av tínum persónsupplýsingum

1.1 Atlantic Airways savnar, brúkar og goymir tínar persónsupplýsingar við tí endamáli at umsita limaskap tín hjá Atlantic Airways, m.a. at skráseta tínar flogferðir og síggja til, at tú fært bonusstig fyri viðkomandi ferðir orsakað av tínum limaskapi í Súlabonusskipanini hjá Atlantic Airways.

1.2 Lógligu áhugamálini hjá Atlantic Airways. Atlantic Airways viðger hesar persónsupplýsingar um teg:

1.2.1 Samskiftisupplýsingar, m.a. navn, bústaður, tjóðskapur, kyn, møgulig lestrarstøða, teldupostadressa, telefonnummar o.s.fr. við tí endamáli at samskifta við teg og síggja til, at tíni bonusstig kunnu eyðmerkjast og gevast rætt.

1.3 Atlantic Airways hevur rætt til at savna og viðgera hesar persónsupplýsingar um teg orsakað av lógligu áhugamálunum hjá Atlantic Airways, og mett verður, at áhugin hjá Atlantic Airways at viðgera tínar persónsupplýsingar koma fram um tíni áhugamál. Lógligu áhugamálini hjá Atlantic Airways eru hesi:

1.3.1 Atlantic Airways hevur rætt til at viðgera tínar samskiftisupplýsingar til at umsita tín limavanga og til at seta seg í samband við teg viðvíkjandi tínum limaskapi í Súlubonusskipanini hjá Atlantic Airways.

1.4 Trúnaður og kunning um viðgerðina hjá Atlantic Airways av tínum upplýsingum: Allar persónsupplýsingar verða viðgjørdar í trúnaði og fara bara at verða brúktar til endamálið, sum lýst er omanfyri.

1.5 Tínar persónsupplýsingar verða goymdar hjá Atlantic Airways og verða vístar á vevsíðuni hjá triðjapartshýsara.

1.6 Gev gætur, at verjustøðið av persónsupplýsingum, sum verður brúkt og handhevjað í londum uttan fyri Evropasamveldið (ES), ikki livir upp til verjustøðið av persónsupplýsingum, sum verður brúkt og handhevjað innan fyri ES. Flutningurin av upplýsingum millum bólkaeindarnar hjá Atlantic Airways fer at vera við fyrisettu ásetingunum hjá kommisjónini í huga, sum Atlantic Airways hevur tikið undir við. Tú kanst biðja um avrit av fyrisettu ásetingunum, sum eru gjørdar millum Atlantic Airways og bólkaeindirnar hjá Atlantic Airways við at seta teg í samband við Atlantic Airways á [email protected].

1.7 Atlantic Airways brúkar triðjapartsútbjóðarar, sum fara at hava atgongd til tínar persónsupplýsingar og viðgera teir. Um ein triðjapartsútbjóðari viðger tínar persónsupplýsingr uttan fyri ES/EØS (Evropiska Búskaparsamstarvið), fer tað antin at vera við støði í ES-US Privacy Shield ella fyrisettu ásetingunum hjá Kommisjónini. Tú kanst biðja um avrit av avtaluni, sum flutningurin av persónsupplýsingum verður lagaður eftir, við at seta teg í samband við Atlantic Airways á [email protected].

1.8 Tínar persónsupplýsingar verða goymdar, so leingi tú ert limur í Súlubonusskipanini hjá Atlantic Airways. Tínar persónsupplýsingar verða strikaðar, tá ið tú sigur limaskapin upp, uttan so at tað verður álagt Atlantic Airways sambært viðkomandi lóggávu at goyma tínar persónsupplýsingar í eitt longri tíðarskeið.

1.9 Atlantic Airways fer við støði í tínum persónsupplýsingum av sær sjálvum at taka avgerðir um teg fyri at gera av, um tú skalt hava ungdómsstøðu. Tað verður grundað á føðingardag tín. Harumframt taka vit av okkum sjálvum avgerðir, grundaðar á talið av ferðastigum, til at avgera, um tú ert Gulllimur. Ert tú undir rætta aldursmarkinum, kanst tú fáa ungdómsstøðu. Hevur tú flogið nóg nógvar ferðir, kanst tú gerast Gulllimur.

1.10 Tíni rættindi. Tú kanst fáa fleiri upplýsingar um tær persónsupplýsingar, sum Atlantic Airways goymir og viðger um teg, við at seta teg í samband við [email protected]. Tú kanst harumframt altíð mótmæla viðgerðini hjá Atlantic Airways av tínum persónsupplýsingum umframt at biðja um rætting ella strikan av tínum persónsupplýsingum. Vilt tú mótmæla viðgerðini av tínum persónsupplýsingum, ella vilt tú fáa tínar persónsupplýsingar rættaðar, so set teg í samband við [email protected] og boða frá. Vilt tú kæra viðgerðina hjá Atlantic Airways av tínum persónsupplýsingum, kanst tú seta teg í samband við Dátueftirlitið.

1.11 Tú kanst fáa avrit av persónsupplýsingum tínum í einum skipaðum, vanliga brúktum og teldutøkum sniði við at seta teg í samband við [email protected]. Ber tað tøkniliga til, kanst tú biðja um at fáa tínar persónsupplýsingar fluttar til aðra fyritøku ella fólk, sum virka sum dátuábyrgdari.

§ 2.0 Limaskapur og limakort

2.1 Hvør persónur kann bert hava ein limaskap í súluskipanini. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar kunnu ikki hava súluvanga.

2.2 Atlantic Airways eigur súlukortið. Verður limaskapur strikaður, skal súlukortið latast Atlantic Airways aftur alt fyri eitt, ella tá ið Atlantic Airways krevur hetta.

2.3 Verður limaskapurin misnýttur beinleiðis ella óbeinleiðis, herundir við at limurin ber seg óhóskandi at mótvegis Atlantic Airways, samstarvsfeløgum hjá Atlantic Airways, tess starvsfólki ella ferðafólki, hevur Atlantic Airways heimild at siga upp limaskapin beinanvegin og uttan ávaring. Vunnin, óbrúktsúlustig og/ella óbrúktirsúluferðaseðlar falla tá burtur.

2.4 Limur kann altíð við at boða frá skrivliga og lata inn súlukortið krevja, at allar skrásettar upplýsingar verða strikaðar samsvarandi galdandi lóg.

2.5 Hevur tú stovnað tær ein SVEIGGJ-vanga á atlantic.fo, verða tíni súlustig skrásett her og ikki er neyðugt at stovna ein súlubonusvanga.

§ 3.0 Vunnin súlustig

3.1 Súlustig verða bert latin fyri flogleiðirnar á rutunetinum hjá Atlantic Airways. Súlustig verða bert latnar fyri ta flogleið og tann flokk, sum er bílagdur, goldin og skrásettur sambært ferðaseðlinum. Hetta er eisini galdandi fyri broytingar, ið Atlantic Airways hevur framt av tøkniligum ella tilbúgvingarligum orsøkum. Súlustig verða bert latin fyri ferðir, ið limurin hevur verið. Fyri keyptar, men ónýttar ferðaseðlar, verða eingin súlustig latin. Súlustig verða ikki latin, tá ið ferðir verða avlýstar av orsøkum, ið Atlantic Airways ella samstarvsfelagar hjá Atlantic Airways ikki hava ávirkan á.

3.2 Tað er bert tann ferðandi limurin sjálvur, ið kann fáa súlustig í sambandi við keyptar ferðaseðlar. Hetta uttan mun til, hvør hevur goldið fyri tað, ið er keypt.

3.3 Fingin súlustig eru persónlig og kunnu ikki seljast, latast, arvast ella verða innloyst móti endurgjaldi, men bara nýtast til tey endamál, ið Atlantic Airways hevur ásett. Tveir ella fleiri persónar kunnu ikki leggja súlustig síni saman, t.d. fyri at røkka einum marki fyri súluferð.

3.4 Súlustig eru galdandi í sjey ár frá tí degi, tey eru vunnin. Eftir hetta fella stigini burtur.

3.5 Atlantic Airways ásetur sjálvt, hvørji ferðaseðlasløg fáa súlustig. Atlantic Airways hevur rætt til at útihýsa ferðaseðlasløg og ferðamál úr Súluskipanini.

3.6 Fyri at fáa súlustig skal kundin tryggja sær, at limanummarið er lagt afturat bíleggingini áðrenn fráferð fyri at hesi kunna síggjast á súluvanganum.

3.7 Atlantic Airways ásetir, hvussu nógv súlustig verða vunnin fyri ferðir á rutunetinum hjá felagnum. Hesi kunnu broytast uttan ávaring. Sí nærri kunning á atlantic.fo

3.8 Eftirskráseting av stigum ber til og krevur, at tú sendir okkum avrit av tínum ferðakorti (boardingpass) í seinasta lagi seks mánaðir eftir, at ferðin er lokin. Ferðakortið skal sendast talgilt til [email protected] , og hereftir skrásetir Atlantic Airways súlustigini.

§ 4.0 Súlunýtsla

4.1 Súlustig eru persónlig. Tó kunnu hesi húsfólk nýta súlustig, treytað av at limurin hevur játtað: hjúnafelagi, skrásettur felagi ella samlivi, umframt børn í húskinum, ið eru yngri enn 25 ár. Nevndu húsfólk kunnu brúka súlustig, uttan at limurin sjálvur er við.

4.2 Súluferðir kunnu bíleggjast á øllum flogleiðum á rutunetinum hjá Atlantic Airways, tó er talið á plássum av súluferðum avmarkað. Súluferðir kunnu keypast við at skriva til [email protected] ella við at ringja til til Kundatænstuna hjá Atlantic Airways.

4.3 Við súluferðaseðlum kanst tú broyta ferðadag, farleið og navn fyri eitt avgjald, ið Atlantic Airways hevur ásett. Broytingar kunnu gerast fram til 24 tímar undan fráferð.

4.4 Vit bjóða møguleikan at angra bíleggingina innanfyri 24 tímar, frá keypið er gjørt og fáa øll súlustigini og kostnaðir annars endurgoldin.

4.5 Atlantic Airways ásetir, hvussu nógv súlustig skulu til fyri at vinna sær ein súluferðaseðil á rutunetinum hjá felagnum. Hesi kunnu broytast uttan ávaring. Sí nærri kunning á atlantic.fo

§ 5.0 Súlulimaskapir

5.1 Tað eru trý sløg av limaskapum. Tú kanst vera vanligur limur, gull-limur ella BASALT-limur. Tú gerst gull/BASALT-limur, um tú savnar tær fleiri enn 20.000/40.000 súlustig uppá eitt ár. Tá verður tú uppstigað/ur til gull/BASALT-stig. Hesi stig geva fleiri fyrimunir. Meira um hetta sæst á atlantic.fo

5.1.2 Eitt ár er at rokna 12 mðr. fram frá tí degi, tá ið tú stovnar tær ein súluvanga á atlantic.fo

5.1.3 Hevur tú nóg mikið av súlustigum til gull-súlukort, kanst tú verða uppstigað/ur, og hendan uppstigan er galdandi í 12 mðr. frá uppstiganardegnum. Um tú ikki hevur vunnið nóg mikið av stigum (20.000) hesar 12 mánaðirnar, tú hevur gull-limaskap, verður tú sett/ur aftur á vanliga stigið, tá ið teir 12 mánaðirnir eru farnir, og gull-limaskapurin verður strikaður.

§ 6.0 Almennar treytir

6.1 Tá ið tú stovnar ein vanga, váttar tú, at øll kunningin á vanganum er røtt og dagførd.

6.2. Við at stovna ein vanga, loyvir tú Atlantic Airways at senda tær kunning við tíðindum og tilboðum.

6.3 Atlantic Airways kann til eina og hvørja tíð broyta treytirnar ella avtaka Súlubonus-skipanina. Verður Súluskipanin tikin av, kunnu fingin súlustig verða brúkt í tríggjar mánaðirnar eftir, at boðað er frá hesum. Hetta er kortini ikki galdandi, um skipanin verður tikin av orsakað av lógarbroytingum, avgerð hjá dómstóli, kravboðum frá almennum myndugleikum, broytingum í rutuskipanum ella tílíkum, tí tá falla fingin súlustig burtur uttan nakað slag av endurgjaldi.

6.4 Viðkomandi skattir og avgjøld, herundir ferðaavgjøld, skal einstaki limurin gjalda fyri.

6.5 Limur hevur sjálvur ábyrgd av at halda galdandi skattareglur og aðrar reglur, ið hava týdning fyri at vera í Súluskipanini hjá Atlantic Airways.

6.6 Tá børn yngri enn 18 ár skráseta seg, samtykkja tey samstundis, at tey hava fingið loyvi til skráseting frá foreldur ella verja.

§ 7.0 Trætur

Allir rættarligir spurningar í sambandi við Súluskipanina hjá Atlantic Airways verða avgjørdir sambært rættarskipanini í Føroyum.

§ 8.0 Gildiskoma

8.1 Súlubonus kom í gildi 28. mars 2017. 

8.2 Fyri at fáa súlustig, skalt tú hava stovnað ein vanga á atlantic.fo, áðrenn ferðin byrjar.

Gevið gætur!

Atlantic Airways hevur tað fyrivarnið, at prentvillur kunnu vera, og at broytingar kunnu verða framdar í sambandi við Súluskipanina.