_

_

Aalborg

Aalborg er størsti býurin i Norðurjútlandi, og haðani er stutt til fleiri frítíðardeplar, summarhús, strendur og líknandi. 

Í 2023 flúgva vit beinleiðis til Aalborg fleiri ferðir um vikuna frá 4. maj til 24. oktober, umframt nakrar ferðir á páskum og á jólum. 

Býurin hevur í sær sjálvum annars nógv ymiskt at bjóða: spennandi matuplivingar, hugtakandi byggilist, alskyns innkeypsmøguleikar, undirhald, hugnaligan stórbýardám og mangt annað.

Hevur tú fyrispurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum við at ringja á telefon +298 34 10 00 ella við at senda ein teldupost til [email protected]

Vit eru til reiðar at hjálpa tær!

Fakta um Aalborg

Íbúgvatal 208.000
Tíðargeiri GMT
Mál Danskt
Gjaldoyra DKK