Bílegging

Tað er lætt og ómakaleyst at bíleggja ferðaseðil her á síðuni. Ivast tú í onkrum ert tú sjálvandi vælkomin at seta teg í samband við kundatænastuna á 34 10 00 ella við at senda ein teldupost til [email protected]

Bólkar 

Er talan um bólkar á í minsta lagi 10 fólk, skulu tit seta tykkum í samband við okkara Kundatænastu á 34 10 00 ella senda fyrispurning við oyðublaðnum HER>>

Kvinnur við barn

Ert tú kvinna við barn og skal flúgva, eru reglunar hesar:

Frá viku 0 - 34

Ikki neyðugt við læknaváttan, um tú annars hevur tað gott. 

Frá viku 35 - 37

Læknaváttan krevst

Frá viku 38

Ikki loyvt at flúgva.


GG! Ert tú við barn og ert sett at eiga innan tvær vikur, kanst tú ikki flúgva við Atlantic Airways. Ert tú sett at eiga innan fýra vikur, eigur tú at vísa eina læknaváttan við innskrivingardiskin, sum staðfestir, at ein lækni hevur góðkent ferðina frá einum læknaligum sjónarmiði og bert so leingi, sum flogferðin ikki er longri enn fýra tímar. 

Læknaváttanin skal í mesta lagi vera 10 dagar gomul.

Børn

Hvussu nógv kostar ein ferðaseðil til eitt barn?

Børn yngri enn tvey ár uttan egið setur gjalda 10% av ferðaseðlaprísinum. Børn yngri enn 12 ár við egnum setri gjalda 50% av ferðaseðlaprísinum + avgjøld.

Kann eitt barn ferðast einsamalt?

Eitt barn skal vera fylt fimm ár fyri at ferðast einsamalt. Upplýsast skal, hvør fylgir barninum avstað, og hvør heintar tað við komu.  SÍ SKJAL HER

Ein flogterna heldur eyga við barninum í flogfarinum. Eykagjald fyri hesa tænastu kostar DKK 250. Ferðaseðlar til børn, sum ferðast einsamøll, kunnu bert keypast hjá Kundatænastu okkara ella hjá ferðaskrivstovunum.  LES MEIRA.

Netbílegging til pinkubørn

Smábørn yngri enn tvey ár uttan setur verða knýtt at navninum á fyrsta ferðandi í bíleggingini á netinum.

Bilstólar

Vilt tú hava bilstól við umborð, skalt tú bíleggja barnaferðaseðil til pinkubarn títt og tískil rinda sama prís sum fyri 2-11 ára gomul børn. Bilstólurin kann annaðhvørt vera fram- ella afturvendur og verður spentur fastur í setrið við síðuna av tínum. Tá ið tú bíleggur setur til bilstól, skalt tú seta teg í samband við Kundatænastuna +298 341000

Innskrivaður bilstólur er ókeypis.

Børn, ið ferðast einsamøll

Onkuntíð er neyðugt hjá børnum at ferðast einsamøll.  Atlantic Airways hevur tí eina tænastu, har vit bjóða okkum til at ansa barninum á ferðini.

Hendan tænastan er fyri børn millum 5 og 15 ár. Børn 5-11 ár skulu nýta hesa tænastu; fyri børn millum 12-15 ár er tænastan sjálvvald.

Er barn títt millum 5 og 11 ár og ferðast saman við einum, sum er 16 ár ella eldri, er ikki neyðugt at bíleggja hesa tænastu.

Best er at bíleggja ferðina í góðari tíð fyri at tryggja, at barnið fær váttað pláss, tí tað er avmarkað, hvussu níogv børn kunnu ferðast einsamøll á hvørjari ferð. 

Henda tænasta kostar 250 kr. fyri hvønn vegin.


Tú skalt útfylla eitt handfaringarskjal. Tað inniheldur persónsupplýsingar hjá barninum, ferðaskrá, navn á tí persóni, sum kemur eftir barninum við komu og undirskrift hjá foreldur/verja. Til ber at taka handfaringarskjalið niður og fylla tað út nú.

Tú skalt hjálpa barni tínum at innskriva viðførið á flogvøllinum. Tú skalt altíð vísa galdandi samleikaprógv við innskriving, líkamikið hvagar barnið skal ferðast, og tú skalt vera á flogvøllinum, til flogfarið er farið á flog.

Starvsfólk hjálpa síðani barni tínum gjøgnum trygdareftirlitið og allan vegin út í flogfarið, ansa eftir tí umborð og fylgja barninum út við komu.

Tað ber ikki til at koma eftir barninum við flúgvaran, tá ið hann er lendur. Starvsfólk fylgja barninum frá flogfarinum, eftir viðførinum og út ígjøgnum toll- og passeftirlitið. Síðani verður barnið latið tí persóni, sum er komin at taka ímóti (tann, sum stendur á handfaringarskjalinum). Fyri at tryggja, at tað er tann rætti persónurin, skal viðkomandi, sum kemur eftir barninum, vísa galdandi samleikaprógv.

Eru seinkingar ella líknandi, verður ansað serliga væl eftir barninum. Vit syrgja fyri, at tú sum foreldur/verji verður kunnað/ur um allar broytingar. Barnið er ongantíð uttan umsjón.

GG! Um tað við fráferð er ivamál, hvørt tað ber til at lenda á ferðamálinum ella ikki (t.d. orsakað av toku ella vánaligum veðri), kann barnið ikki ferðast einsamalt.

Vit átaka okkum ikki at hjálpa barninum við at keypa í tollfría handlinum við fráferð/komu. Tó kunnu vit vísa á, at tað ber til at keypa og rinda fyri vørur frammanundan á heimasíðuni hjá Duty Free FAE. So er vøran klár at koma eftir, tá ið barnið fer avstað ella lendir. 

Húsdjór

Hundurin ella kettan skulu vera í IATA-góðkendari tasku/kassa fyri at sleppa í kabinuna. Djór og taska mugu tilsamans í mesta lagi viga 8 kg. Djór, sum skulu við í kabinuna, verða roknað sum eitt stykki av handviðføri. Størsta mát á tasku er 43 x 31 x 20 cm. 

Um hundurin ella kettan vigar meira enn 8 kg, skal djórið í lastarúmið í IATA-góðkendum kassa. 

Vinarliga útfyll ein flutningskjal, tá tú ferðast við djórum og lat skjalið inn til skrivstovu okkara á flogvøllinum.

Tað ber ikki til at ferðast við djórum til Edinburgh, men tað ber til at bíleggja djóraflutning úr Edinburgh til Føroya. 

GG! Djóraflutningur í kabinuni kostar DKK 199 fyri hvørt djór, og djóraflutningur í lastarúminum kostar DKK 399 fyri hvørt djór.

Vinaliga legg til merkis, at ferðast tú við dýrum skal hetta bíleggjast frammanundan og í seinasta lagi 48 tímar áðrenn fráferð. Flutningurin skal bíleggjast, har tú hevur keypt tín ferðaseðil. Hevur tú keypt ferðaseðilin hjá Atlantic Airways kanst tú ringja til okkum á tlf. 34 10 00 ella skriva til [email protected] 


Flutningsskjal

Mát á kassum í lastarúmi:

Flúgvari

150x70x70 cm. (Í mesta lagi tvey djór á hvørjum túri.)

Tyrla

82x59x65 cm. (Í mesta lagi tvey djór á hvørjum túri.) 

 

Í sambandi við djóraflutning verða tit vinarliga biðin um at lesa heimasíðuna hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og undir "Viðføri" á heimasíðu okkara HER.


Bílegging av húsdjóraflutningi

Flutningur av húsdjórum skal altíð bíleggjast frammanundan  og góðkennast til flutning, áðrenn djórini kunnu takast við.  Hetta skal gerast í seinasta lagi 48 tímar áðrenn fráferð. Ring á 34 10 00 og bílegg húsdjóraflutning. 

Skerdur førleiki

Fyri at tryggja bestu hjálpina tær tørvar á ferðini, má ferðaseðilin og hjálpin bíleggjast samstundis og í seinasta lagi 48 tímar áðrenn fráferð. Um tú bíleggur seinni, vilja vit gera okkara besta fyri at hjálpa tær. Á hesi síðuni finnur tú kunning um ymisku tænasturnar, sum vit bjóða ferðandi við skerdum førleika. Lesið vinarliga okkara reglugerðir og treytir.

Kann eg ferðast uttan fylgjara? 
Tey flestu ferðandi við skerdum førleika kunnu ferðast við Atlantic Airways uttan fylgjara. Fyri at varðveita trygdina hjá øllum ferðandi, eisini til ferðandi við skerdum førleika, og fyri at sleppa undan, at ein møgulig evakuering verður seinkað, eru tað einstøk ferðandi, sum mugu hava ein fylgjara við sær á ferðini. Hetta er eitt krav sambært undantakstreytunum, sum lýstar eru í (EF) 1107/2006 grein 4.2.

Fyri at ferðast uttan fylgjara, skal tann ferðandi vera førur fyri at: 

Loysa trygdarbeltið

Lata seg í bjaringarvest

Fara úr setrinum og koma til eina neyðútgongd uttan hjálp

Lata seg í súrevnismasku

Skilja og fylgja trygdarleiðbeiningunum frá flogtænastufólkunum antin munnliga ella sjónliga

 

Fylgjari
Ein fylgjari ella røktari er tann persónurin, sum hevur ábyrgdina av, at tú hevur tað gott, meðan tú fert umborð/úr flogfarinum, vanligu trygdini hjá tær á flogferðini, og at tú fært neyðugu hjálpina í sambandi við evakuering. Fylgjarin skal vera minst 18 ára gamal/gomul og sita við síðuna av tær.

Fylgjarin kann ikki vera fylgjari hjá fleiri ferðandi samstundis.

Legg til merkis! Okkara flogtænastufólk skulu ikki lyfta teg frá flogsetrinum til koyristól og skulu ikki hjálpa tær á wc ella í sambandi við heilivág. Tey kunnu hjálpa eitt sindur til í sambandi við mat, men annars ikki hjálpa tær at eta.

Góð ráð viðvíkjandi ferðafólkum við skerdum førleika 
Fyri at kunna geva okkara ferðandi best møguligu hjálpina, og í samsvari við EU-fyriskipan 1107/2006, mugu vit hava upplýsingar um tín tørv á hjálp í seinasta lagi 48 tímar undan fráferð fyri at kunna ábyrgdarhavandi á flogvøllinum um neyðugu hjálpina.

Serlig krøv og kunning um tænustuna, sum vit bjóða

WCHC - Kabina

Tann ferðandi er ikki før/ur fyri at flyta seg sjálvur. Neyðugt er við koyristóli til/frá flogfarinum, og tann ferðandi skal berast upp/niður gjøgnum trappur og til/frá setrinum.

Tað verður kravt, at fylgjari er bílagdur í somu WCHC-bílegging.

WCHS - Trappur

Tann ferðandi er ikki før/ur fyri at nýta trappur, men klárar at koma til/frá setrinum. Neyðugt er við koyristóli til/frá flogfarinum og tann ferðandi skal berast upp/niður gjøgnum trappur.

WCHR - Rampa

Tann ferðandi er før/ur fyri at nýta trappur og er før/ur fyri at koma til/frá setrinum við egnari hjálp. Tað er neyðugt við koyristóli til/frá flogfarinum.

Sjón- / Hoyriveik

Vinarliga kunnið okkum, um tú ert sjón- ella hoyriveik/ur fyri at tryggja, at vit kunnu geva tær røttu hjálpina. Hjá Atlantic Airways er førarahundurin vælkomin við í kabinuna uttan meirkostnað. Sig okkum frá, um tú ætlar at ferðast við førarahundi. Ferðandi, sum bæði eru blind og deyv, mugu ferðast við fylgjara.

Elektriskur koyristólur

Av tí at plássið er avmarkað, mugu ferðandi, sum ferðast við elektriskum koyristóli, keypa sín ferðaseðil og hjálp við at ringja +298 34 10 00 í seinasta lagi 48 tímar áðrenn fráferð.

Elektriskir koyristórar, har battaríini eru sýruhavin ella vát, skulu sendast sum farmur.

Oxygen

Um tær tørvar súrevni (oxygen) til og frá flogfarinum ella umborð á flogfarinum, kanst tú hava títt egna súrevni við uttan eyka kostnað. Súrevni kann havast við sum innskrivað viðføri ella sum hondviðføri. Tú mást eisini hava prógv frá veitara (td. datasheet) uppá, at fløskan er góðkend til loftvegis flutning. 

Um tú hevur títt egna súrevni við tær, skalt tú bíleggja hetta áðrenn fráferðina og kunna Atlantic Airways um talið av hylkjum, sum tú hevur við. 

Vektin á súrevnissylindarum má ikki vera meira enn 5 kg. Sylindari og evt. stillari skulu vera stoytabsorberandi, so innihaldið ikki av óvart verður frígivið av stoyti ella sløgum.
Legg til merkis: Flótandi súrevni er ikki loyvt umborð á flogfarinum.

MAAS - Fylgitænasta

Vit vilja gera okkara besta fyri at kunna bjóða hesa tænastu til ferðandi við skerdum førleika, og sum hava tørv á hjálp á flogvøllinum og til flogfarið (t.d. eldri ferðandi, ferðandi, sum brúka høkjur og onnur ferðandi við skerdum førleika).

Henda hjálp má bíleggjast hjá okkara Kundatænastu.

Vápn

Vísandi til European Aviation Regulation, EU-OPS 1.070(a), má operatørurin tryggja, at øll ítróttarvápn, sum skulu við flogførum, eru fráboðað av operatørinum.

Kundar, sum ætla at flyta ítróttarvápn, skulu boða Atlantic Airways skrivliga frá. Hetta kann antin gerast, tá ið bókingin verður framd gjøgnum eina av ferðaskrivstovunum ella við at senda vápna-útgreiningarnar, har vápnaslag og seriunummar eru upplýst til [email protected]

Tú skalt eisini boða frá, um tú hevur lóður við tær ella ikki. 

Smittandi sjúkur

Ferðandi, sum hava smittandi sjúkur, sleppa ikki umborð á okkara flogfør, um mett verður, at tann ferðandi er ein beinleiðis hóttan móti heilsuni og trygdini hjá øðrum ferðafólkum. Dømi um smittandi sjúkur kunnu vera skáldkoppar, reydlingar, meslingar o.líkn. Um tað við fráferð eru týðilig tekin uppá sjúku, skal ein hava læknaváttan hjá sær. Atlantic Airways hevur rætt til at avvísa ferðandi, sum ikki kunnu vísa neyðug skjalprógv.

Atlantic Airways bjóðar tænastur samsvarandi fyriskipanini hjá Europatinginum og Europaráðnum (EF) 1107/2006, og vit halda okkum til ásetingarnar í fyriskipanini um rættindini hjá virkisskerdum og rørsluskerdum í sambandi við loftvegis flutning.

24 tímar angrirætt á flogferðaseðlar

Vit bjóða kundum okkara møguleika at angra keypið innanfyri 24 tímar frá, keypið er gjørt og fáa allan peningin aftur, tó í seinasta lagi tríggjar tímar áðrenn fráferð. 

Um tú hevur bílagt eina ferð við Atlantic Airways og kanska skrivað skeivt navn, valt skeivan dag ella angrað títt keyp, kanst tú fáa allan flogferðaseðilin endurgoldnan, um tú setur teg í samband við okkum innan 24 tímar frá keypstíðspunktinum.

 

Hvussu geri eg tað? 

Tú kanst ringja til Kundatænastu okkara á +298 34 10 00 ella senda ein teldupost til [email protected] 

Minst til at viðmerkja navn á ferðandi og bíleggingarnummar - restini taka vit okkum av! 

 

Hvat um eg angri mítt keyp, og tit hava stongt (vikuskifti ella heiligdagar)?

Tað týdningarmesta er, at tú gert vart við teg innan teir 24 tímarnir eru farnir. Send okkum ein teldupost á [email protected] við omanfyrinevnda. Tá er tað tíðspunktið, ið vit hava móttikið tín teldupost, ið er galdandi. 

(Serligar treytir eru galdandi fyri bólkaferðir og pakkaferðir. Hesar verða upplýstar í bíleggingarsamskiftinum.)