TENERIFE Á HEYSTI 2026
Beinleiðis flogferðirnar til Tenerife um heystið hava veruliga bitið seg fastar, og tí halda vit sjálvandi fram við at flúgva beinleiðis til sponsku sóloynna í 2026.
Flogið verður soleiðis í viku 41-45 í 2026.
Til Tenerife:
Mikudag 7. oktober (GG! Eingin beinleiðis flogferð úr Tenerife til Føroyar)
Týsdag 13. oktober, 20 oktober og 27. oktober
Til Føroyar
Mikudag 14. oktober, 21. oktober, 28. oktober og 04. november
--
Sera gott veðurlag alt árið saman við frálíku strondunum og góðu tænastuni ger Tenerife eitt sera vælumtókt ferðamál.
Í høvuðsstaðnum, Santa Cruz de Tenerife, sum liggur í norðurendanum av oynni, eru fleiri góðar strendur; ein tann best umtókta er Playa de Las Teresitas, sum er heili 1.300 metrar til longdar. Í býnum eru eisini fleiri vakrar parkir, m.a. botaniski garðurin Palmetum, sum hevur eina ørgrynnu av pálmatrøum - eitt tað mest hugtakandi savnið av pálmatrøum á sama staði.
Umframt høvuðsstaðin eru sjálvandi fleiri góð støð framvið bæði eystur- og vestursíðuni, sum hava frálíkt gistingarhús og frítíðarstøð til alla familjuna.
Tenerife og kanarisku oyggjarnar sum heild hóska seg væl til teirra, ið dámar væl at sóla sær á mjúkum sandstrondum, til tey aktivu, til tey, ið vilja liggja við svimjihylin allan dagin, til tey sólglaðu... Ja, í stuttum til tey flestu!
| Íbúgvatal | 950.000 |
| Tíðargeiri | GMT |
| Mál | Spanskt |
| Gjaldoyra | EUR |