Paris - CDG

NÝTT FERÐAMÁL: Beinleiðis til býanna bý, París, í 2019

Bienvenue a Paris! Nýggjasta ferðamálið hjá Atlantic Airways, ið flogið verður upp til tríggjar ferðir um vikuna frá 1. juli - jóla 2019.
Flogið verður hesar dagar:

Juli - september:  Mána-, miku- og fríggjadag

Oktober - desember:  Mána- og fríggjadag

Mótahøvuðsstaður. Gastronomisk háborg. Kærleikans býur. Mentanar-metropolur. Býanna býur. Heitini á franska høvuðsstaðnum, París, eru so mong. Og ikki uttan orsøk. Tí franski høvuðsstaðurin svevur ongantíð og hevur óteljandi tilboð bæði til stór og smá.

Møguleikarnir í París eru óendaligir. Spáka ein túr eftir Champs-Élysées, vitja stórslignu Versailles borgina, et á eini av teimum meira enn 1000 Michelin matstovunum, ein túr í Disneyland við børnunum, vitja litríka grannalagið á Montmatre, ein túr inn í Louvré savnið at síggja loyndarfulla smílið á Monu Lisu og ikki at gloyma eyðkenda býarmerkið, Eiffeltornið. Býarinnar býur er avgjørt verdur at vitja - minst eina ferð!

BÝARSKÁI Í PARÍS 

Dagfesting:

8. - 11. november 2019 

Íroknað:

Flogferð Vágar - París - Vágar íroknað ferða- og avgreiðslugjøld

Gisting í dupultkamari við morgunmati 

Tú kanst velja ímillum hesi bæði hotellini: 

Mondial Hotel *** 
4.195 kr. fyri hvønn

Hotel Belloy Saint Germain **** 
4.795 kr. fyri hvønn 

Seinasta freist at bíleggja er 08. august 2019: Ring á tlf. 34 10 00 ella skriva til [email protected] 

Treytir:

- Bíleggingin er bindandi, og ferðin skal gjaldast við bílegging

- Prísurin er galdandi fyri hvønn, tá ið tvey vaksin deila dupultkamar

- Býarskáin kann ikki broytast; hvørki dagfesting, ferðamál ella navn

- Verður ferðin avlýst, verða bert ferðaavgjøld endurrindað minus 100 DKK fyri hvønn í avlýsingargjaldi

- Møtir tú ikki til fráferð, er ferðin mist

- Avmarkað nøgd

Fyrivarni verður tikið fyri møguligum villum

 

Fakta um Paris - CDG

Íbúgvatal 2.200.000
Tíðargeiri GMT +1
Mál Franskt
Gjaldoyra EUR