_

_

_

Oslo

Visti tú, at Atlantic Airways flýgur til Oslo tvær ferðir um vikuna? Hvønn mikudag og sunnudag verður flogið beinleiðis til norska høvuðsstaðin.

Í sjálvum Oslo ber væl til at seta saman eina ferð við stuttligum vetrarvirksemi, tí stutt er til fleiri skíðstøð skamt frá miðbýnum. T.d. Holmenkollen ella Varingskollen Alpinsenter. Tú kanst eisini vitja SNØ, har tú kanst standa á skíð alt árið í innandura.

Eisini ber til at svimja á sjónum og fara í sauna, umframt at tað eisini eru nógv mentanarlig tilboð og góðar matstovur inni í býnum.

Um tú heldur vilt til eitt frítíðarstað at standa á skíð, eru fleiri góð skíðstøð ikki so langt frá Oslo, sum vetrarhálvuna tilsamans taka ímóti túsundtals skíðgestum. HER og HER ber til dømis til at fáa fleiri góð prei til skíðmøguleikar í koyrifjarstøðu frá Oslo.  

---

Tað tekur bert 1 tíma og 20 minuttir á flogi til Oslo úr Vágum, og býurin er kendur fyri tey nógvu søvnini m.a. Munchmuseet og ikki at gloyma Mathallen, har tú fært alskyns matvørur við íblástri úr øllum heiminum og ikki minst serliga dygdargott og lokalt sjógæti. Mathallen eigur heilt víst at setast á tín ‘to-do’-lista, tá tú vitjar Oslo. Norski høvuðsstaðurin er uttan iva ein tann mest spennandi stórbýurin - og so eru vit so heppin at hava hann sum nærmasta granna.

Hevur tú fyrispurningar um pakkatúrar ella tilboð til Oslo?

Ring 34 10 00 ella send ein teldupost til [email protected]

Vit eru til reiðar at hjálpa tær!

Fakta um Oslo

Íbúgvatal 630.000
Tíðargeiri GMT+1
Mál Norskt
Gjaldoyra NOK