Keypmannahavn

Danski høvuðsstaðurin var fyrsta ferðamálið hjá Atlantic Airways, tá ið flogfelagið varð sett á stovn í 1988. Keypmannahavn er framvegis høvuðsflogleiðin hjá felagnum við tveimum dagligum fráferðum um veturin og um summarið heilt upp til fýra fráferðir um dagin.

Keypmannahavn hevur nógv at bjóða alt árið og er eisini eitt vegamót, tá hugsað verður um ferðslu víðari út í heim.

Býurin er upplagdur bæði til longri, men eisini til styttri ferðir, sum til dømis ein býarskáa, tí við matstovum í heimsflokki, góðum innkeypsmøguleikum, djóragarði, Tivoli, alskyns søvnum, strond og nógvum, nógvum øðrum, er okkurt áhugavert og stuttligt at finna uppá.

Metallica býarskái í Keypmannahavn 

Í summar fer vælumtókti rokk-bólkurin, Metallica, á pall í Keypmannahavn, og tú kanst sleppa við. Vit hava sett ein frálíkan býarskáa í sambandi við konsertina í Telia Parkini t. 11. juli 2019. 

 

Ferðatíðir: 

Føroyar - Keypmannahavn: 11. juli 2019, kl. 08.20 

Keypmannahavn - Føroyar: 14 juli 2019, kl. 12.25

 

Gisting: 

Tit gista tríggjar nætur í SKY dupultkamari við morgunmati á WakeUp Copenhagen Bernstorffsgade. 

Kostnaður:
4.400 DKK fyri hvønn, tá ið tvey vaksin deila dupultkamar. 

Íroknað: 

Ferðaseðlar við øllum avgjøldum 
Gisting við morgunmati 

Atgongumerki til Metallica konsertina 11. juli 2019 í Telia Parkini. 

Seinasta freist at bíleggja er: 30.06.2019 

Tú bíleggur ferðina við at ringja til okkum á tlf. 34 10 00 ella við at skriva ein teldupost til [email protected] 

 

Treytir fyri allar pakkaferðir/býarskáar:
Bíleggingin er bindandi og skal rindast við bílegging.
Broyting er ikki loyvd, hvørki tíð, stað ella navn.
Um avlýst verður, verða bert ferðaavgjøldini endurgoldin (- 100DKK fyri hvønn)
Møtir tú ikki til fráferð, er øll ferðin mist.

Fyrivarni verður tikið fyri møguligum villum.

--

 

Hevur tú fyrispurningar um pakkatúrar ella tilboð til Keypmannahavnar?

Ring 34 10 00 ella send ein teldupost til [email protected]

Vit eru til reiðar at hjálpa tær!


Fakta um Keypmannahavn

Íbúgvatal 1.300.000
Tíðargeiri GMT+1
Mál Danskt
Gjaldoyra DKK