_

Gran Canaria - LPA

GRAN CANARIA VETURIN 23/24

Gran Canaria verður sjálvandi aftur á ferðaætlanini veturin 23/24, og flogið verður um jólini t. 19. og 29. desember 2023. Hesar dagar verður flogið aftur og fram sama dag.

Eftir hetta verður Gran Canaria fast á skrá hvønn mánadag frá 8. januar til 25. mars 2024, og tá verður heimferðin til Føroya úr Las Palmas týsdagar. Seinasti túrurin til Gran Canaria í 2024 verður mikudagin 3. apríl, og tann dagin verður flogið aftur og fram sama dag.

GG! Vinaliga legg til merkis, at flogið verður mánadagar og týsdagar og ikki týsdagar og mikudagar, sum áður kunnað.

Vit flúgva soleiðis:

19 Desember 2023          FAE - LPA

19 Desember 2023          LPA - FAE

 

29 Desember 2023          FAE - LPA

29 Desember 2023          LPA - FAE

 

8 Januar 2024                    FAE - LPA

9 Januar 2024                    LPA - FAE

 

15 Januar 2024                 FAE - LPA

16 Januar 2024                 LPA - FAE

 

22 Januar 2024                 FAE - LPA

23 Januar 2024                 LPA - FAE

 

29 Januar 2024                 FAE - LPA

30 Januar 2024                 LPA - FAE

 

5 Februar 2024                 FAE - LPA

6 Februar 2024                 LPA - FAE

 

12 Februar 2024               FAE - LPA

13 Februar 2024               LPA - FAE

 

19 Februar 2024               FAE - LPA

20Februar 2024                LPA - FAE

 

26 Februar 2024               FAE - LPA

27 Februar 2024               LPA - FAE

 

4 MARS 2024                     FAE - LPA

5 MARS 2024                     LPA – FAE

 

11 MARS 2024                   FAE - LPA

12 MARS 2024                  LPA - FAE

 

18 MARS 2024                   FAE - LPA

19 MARS 2024                   LPA - FAE

 

25 MARS 2024                   FAE - LPA

26 MARS 2024                   LPA - FAE

 

3 APRÍL 2024                      FAE - LPA 

3 APRÍL 2024                      LPA - FAE

 

---

TENERIFE HEYSTIÐ 2024

#SÓLUMVETURIN hevur verið sera væl umtókt, og tí hevur Atlantic Airways gjørt av at seta enn eitt sólferðamál í ferðaætlanina ta tíðina á árinum, tá tað er myrkt og kalt í Føroyum. 

Á heystið 2024 fer Atlantic Airways tí at flúgva beinleiðis til Tenerife. 

Meira kunning um dagfestingar, nær sølan byrjar osfr. kemur á heysti 2023. 

---

Sera gott veðurlag alt árið, frálíkar strendur og góð tænasta lokka eina rúgvu av gestum til kanarisku oyggjarnar alt árið. Bæði Gran Canaria og Tenerife eru sera væl umtókt ferðamál bæði hjá stórum sum smáum. 

Kanarisku oyggjarnar hóska seg væl til teirra, ið dámar væl at sóla sær á mjúkum sandstrondum, til tey aktivu, til tey, ið vilja liggja við svimjihylin allan dagin, til tey sólglaðu... Ja, í stuttum til tey flestu! 

Bíligastu flogferðaseðlarnir kunnu bíleggjast á okkara heimasíðu. Hevur tú fyrispurningar um pakkatúrar ella tilboð til Gran Canaria, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.

Ring 34 10 00 ella send ein teldupost til [email protected]

Vit eru til reiðar at hjálpa tær!


Fakta um Gran Canaria - LPA

Íbúgvatal 840
Tíðargeiri GMT
Mál Spanskt
Gjaldoyra EUR