Paris - CDG


Tín vegvísari í París

París meta mong sum heimsins mest romantiska høvuðsstað, men hann er ikki bara romantiskur, har er eisini ein ørgrynna at síggja og uppliva bæði fyri stór og smá. Her hava vit savnað eitt sindur av íblástri til tína ferð til París!


1. Montmartre og Sacré-Coeur

Montmartre er 129 metrar høgt og hægsta punkt­ið í París. Montemartre, sum merkir „fjall pínsla­váttanna“, er kent fyri sítt listarliga umhvørvi, har bohemar, rithøvundar, yrkjarar, listarmálarar og onnur savnaðust. Har finnur tú eisini glæsi­ligu kirkju­na Sacré-Coeur, sum merkir „heilaga hjartað“.

Á Montmartre liggur „Cimetière de Montmartre“ kirkju­garðurin, har millum onnur listamaðurin Degas, rithøvundurin Alexandre Dumas og týski yrkjarin Heinrich Heine liggja grivnir. Eisini leik­húsið Moulin Rouge er á Montmartre, sum varð kent fyri sínar vælumtóktu cancan-dansarar.

Stutt frá Rue de Saules liggur einasti vínakur, sum eftir er í París.


2. Jødiski býlingurin Marais

Her kanst tú vitja Picasso-listasavnið, Bastilju-plássið og jødiska Holocaust-minnissavnið.

Jødiska Holocaust-minnissavnið: www.memorialdelashoah.org
Picassosavnið: www.museepicassoparis.fr


3. La Villette

Í La Villette býlinginum finnur tú Cité des Sciences et de L’ Industrie (vísinda- og ídnaðarbýin). Alt ­árið kun­nu børn og vaksin læra um tøkni og vísindi gjøgn­um spæl og royndir, og um summarið eru uttan­dura filmsýningar. Har finnur tú eisini La Géode, har náttúruvísindaligir filmar verða sýndir.

Les meira um Cité des Sciences et de l’Industrie á www.cite-sciences.fr


4. Ile de la cité og Notre-Dame

Søguliga hjartað í París, Ile de la cité, hevur verið miðdepil hjá politiska valdinum, kirkjuni og lóg­ar­innar valdi. Soleiðis er ikki longur, men oyggin, sum liggur mitt í Seineánni, er í dag ein rættiligur magnetur hjá ferðafólki, ið vil síggja prýðiliga Palais de Justice og dómkirkjuna Notre-Dame.  Tó varð Notre-Dame fyri herviligum eldsbruna í apríl mánað 2019, og tí sleppa vitjandi ikki inn í kirkjuna sum nú er. Stutt frá Notre-Dame í eystara enda á oynni er martýr-minnið til minnis um tey 200.000, sum vórðu send í nasistiskar týningarlegur.

Sí meira um Notre-Dame á www.notredamedeparis.fr
Meira um martýrminnið á www.cheminsdememoire.gouv.fr


5. Eiffeltornið og grannalagið

Eiffeltornið varð upprunaliga bygt í sambandi við Heims­fram­sýningina í 1889, men er nú vorðið mentanarligt eyðkennismerki í Fraklandi og eitt av kendastu tornunum í heiminum. Grannalagið kring tornið er eisini áhugavert. Eitt nú Hotel des Invalides, ein húsasamstøða við ymsum bygningum. Í Dôme-kirkjuni, sum tók 27 ár at byggja, finst grøvin hjá Napoleon. Í grannalagnum eru bæði søvn og ein ørgrynna av vøkrum og sermerktum bygningum at síggja.

Stutt frá sæst frælsislogin við norðurendan á Alma-brúnni, sum nú er kendur sum minnisvarði yvir Dianu prinsessu. 

 

6. Disneyland Paris

Vitjið gandakenda heimin hjá Disney í Marne-la-Vallée beint eystan fyri París. Uml. 15 milliónir fólk vitja hvørt ár stuttleikaparkina. Har hittir tú øll tey kendu úr Disney-heiminum, Dunnald, Mikkjal Mús og Disney-prinsessur í hópatali.

Vitja www.disneylandparis.com fyri at keypa atgongumerki og lesa meira.


7. Frá Louvre til Arc de Triomphe

Savnið Louvre er heimsins størsta listasavn og telist millum tey kendastu; eisini tí at har hongur mál­ning­urin Mona Lisa hjá Leonardo da Vinci. Louvre var upprunaliga ein hermannaborg og gjørdist seinni kongsbústaður. Louvre læt upp sum savn í 1793. Tú kanst spáka gjøgnum Jardin des Tuileries og allan vegin eftir Champs-Élysées til Sigursbogan, Arc de triomphe de l’Étoile. Tað tekur millum trý korter og ein tíma.

Framman fyri Louvre er lítli Sigursbogin, og í Jardin des Tuileries er eitt nú Musée de l’Orangerie, sum hýsir verkum hjá fronskum listarmonnum sum Monet og Cézanne.


8. Parc Astérix

Kendu fraklendingarnir René Goscinny og Albert Uderzo skaptu teknirøðirnar og -filmarnar um gælisku krígsmenninar Asterix og Obelix.

Umleið 35 km uttan fyri París liggur áhugaverda Asterix-lundin við alskyns stuttligum at royna og læra – bæði hjá børnum og barnsligum sálum.

Les meira á www.parcasterix.fr


9. Latínarabýlingurin

Í gamla Latínarabýlinginum millum Seine-ánna og Jardin du Luxembourg er nógv at síggja. Har er eitt nú Panthéon, har nógv kend fólk eru grivin; t.d. Marie og Pierre Curie, Louis Braille, Victor Hugo og fleiri onnur. Í Latínarabýlinginum er Mosquée de Paris, størsta moskan í Fraklandi, og Jardin des Plantes umframt lærdi háskúlin Sorbonne og fleiri aðrir skúlar. Her finnur tú eisini leivdir av rómverskari arenu frá árinum 200, og her spæla fransmenn ofta petanque seinnapart.


10. Heimsins størsti loppumarknaður

Marché aux Puces loppumarknaðurin við Clignan­court sigst vera tann størsti í heiminum við fleiri enn 2000 ymsum básum. Marknaðurin er ikki vanligur loppumarknaður, tí her kanst tú keypa nýggjar, óbrúktar lutir og klæðir, men til ber eisini at keypa brúkt og gera kvettið.

Opið er leygar-, sunnu- og mánadag, best fyrrapart.  Les meira á www.marcheauxpuces-saintouen.com


Keldur: Politikens Kultur Guide Paris & Politikens visuelle guide o.a.

 


Franski køkurin er víðagitin kring allan heim fyri dygd og góðan smakk. Í París er ein ørgrynna av Michelin-matstovum, og Martin Restorff, stjóri á Hilton Garden Inn Faroe Islands, fer javnan matferðir til París

Martin viðmælir:

Restaurant Epicure ***
Rue du Faubourg Saint-Honoré, 75008 Paris
www.oetkercollection.com

Le Cinq ***
31 Avenue George V, 75008 Paris
www.restaurant-lecinq.com

David Toutain **
29 Rue Surcouf, 75007 Paris
www.davidtoutain.com

Benoit *
20 Rue Saint-Martin, 75001 Paris
www.benoit-paris.com

Allard
41 Rue Saint-André des Arts, 75006 Paris
Onga michelin-stjørnu, men nevnd í Michelin-vegleiðingini
www.restaurant-allard.fr

Fakta um Paris - CDG

Íbúgvatal 2.200.000
Tíðargeiri GMT +1
Mál Franskt
Gjaldoyra EUR