_

Úr Føroyum

Vit harmast um, at flogferð tín er seinkað ella avlýst. Niðanfyri fært tú kunning um, hvørji tíni rættindi eru.

Vinaliga legg til merkis, at hetta er galdandi fyri seinkingar/avlýsingar minni enn 48 tímar fyri fráferð.  

Gisting

Tey, ið ikki hava møguleika fyri at fara heim, hava rætt til gisting frá Atlantic Airways. Ert tú komin á flogvøllin, kanst tú venda tær til okkum á skrivstovuni í fráfaringarhøllini.

GG! Skalt tú hava endurrindað gisting í Føroyum, skalt tú, umframt kvittan, eisini senda eina galdandi bústaðarváttan, sum ikki er eldri enn sjey dagar, til okkara. Bústaðarváttanir kunnu takast niður á Vanganum. 

MATUR

Atlantic Airways endurrindar eina rímiliga upphædd fyri mat og drekka (tó undantikið drykkjuvørur við alkoholi).

FLUTNINGUR

Hevur tú eyka útreiðslur til flutning í sambandi við seinkingina? Vit endurrinda fyri rímiligan flutning til/frá flogvøllinum. 

ENDURGJALD

Fyri at fáa endurgjald, skalt tú goyma allar kvittanir og senda tær til okkara. Tað gert tú við at fylla hetta oyðublaðið út. 
GG! Talan skal vera um kvittanir, avrit av netbanka kann ikki brúkast. 

Atlantic Airways rindar ikki fyri aðrar útreiðslur, ið kunnu standast av seinkingini, so sum leigubil, parkering, gisting á komustaðnum o.a. 

SEINKINGARVÁTTAN

Tørvar tær eina seinkingarváttan? Hana finnur tú HER.