Endurgjald av útreiðslum

Hjá Atlantic Airways gera vit altíð okkara besta fyri at tryggja, at tín fráferð er til tíðina. Tá seinkingar ella avlýsingar koma fyri, endurrinda vit rímiligar eyka útreiðslur til mat og drekka (tó undantikið drykkir við alkoholi). Eisini rinda vit rímiligar útreiðslur til gisting og ferðing millum gistingarstað og flogvøllin, um tað er neyðugt í sambandi við seinkingina, og um ferðandi ikki fáa hetta bjóðað frá Atlantic Aiways, meðan bíðað verður eftir fráferð. Allar útreiðslur skulu skjalprógvast við kvittan.

Legg til merkis, at flogfelagið hevur ikki skyldu til at endurrinda fylgiútreiðslur, so sum mista gisting og óbrúktan leigubil á ferðamálinum, umframt aðrar ferðafólkaútreiðslur og fylgisskaðar, herundir eyka útreiðslur til parkering ella koyring í privatbili.

Fyri at síggja ofta spurdar spurningar, sí www.flypassager.dk.