Vit harmast um, at flogferð tín er seinkað ella avlýst. Niðanfyri fært tú kunning um, hvørji tíni rættindi eru.
Vinaliga legg til merkis, at hetta er galdandi fyri seinkingar/avlýsingar minni enn 48 tímar fyri fráferð.
Tey, ið ikki hava møguleika fyri at fara heim, hava rætt til gisting frá Atlantic Airways. Ert tú komin á flogvøllin, ber til at venda tær til okkara handlingsagent á staðnum - HER er eitt yvirlit.
Til ber eisini at skipa fyri gisting sjálv/ur. Vit endurrinda upp til 250 EUR pr. kamar/nátt við morgunmati.
Atlantic Airways endurrindar eina rímiliga upphædd fyri mat og drekka (tó undantikið drykkjuvørur við alkoholi).
Hevur tú eyka útreiðslur til flutning í sambandi við seinkingina? Vit endurrinda fyri rímiligan flutning til/frá flogvøllinum.
Fyri at fáa endurgjald, skalt tú goyma allar kvittanir og senda tær til okkara. Tað gert tú við at fylla hetta oyðublaðið út.
GG! Talan skal vera um kvittanir, avrit av netbanka kann ikki brúkast.
Tað kann vera, at tú eisini hevur rætt til endurgjald sambært EU-forskrift EC261/2004. Tað kanst tú lesa meira um við at trýsta HER.
Atlantic Airways rindar ikki fyri aðrar útreiðslur, ið kunnu standast av seinkingini, so sum leigubil, parkering, gisting á komustaðnum o.a.
Tørvar tær eina seinkingarváttan? Hana finnur tú HER.