Við okkum til arbeiðis

Kom við okkum til arbeiðis - og fá innlit í okkara spennandi gerandisdag á landi, í luftini og allastaðni har í millum. Her sleppur tú at lúra inn í lastarúmið, síggja HEPA-filtrið, sum syrgir fyri góðari og reinari luft umborð á okkara flogførum, hoyr, hvørji korona-tiltøk eru sett í verk á farstaøðini og nógv, nógv annað.  

Kundi tú hugsað tær at starvast hjá Atlantic Airways? Trýst HER fyri at síggja møgulig leys størv.

Við Katrini til arbeiðis

Atlantic Airways hevur sett fleiri tiltøk í verk fyri at minka um covid-19 smittuvanda hjá ferðafólkum og starvsfólkum😷😊 Eitt nú á farstøðini, har Katrin í dag vísir okkum á nøkur av tiltøkunum, sum nú merkja gerandisdagin bæði hjá teimum, ið starvast har eins og hjá teimum, ið skulu á flog✈️️

Við Kjeld til arbeiðis

Kjeld og hinir, sum arbeiða í flogavgreiðsluni (handling) hjá Atlantic Airways, hava nógvar ymsar uppgávur í sambandi við komur og fráferðir✈️🧳📦 Í dag fara vit við Kjeld til arbeiðis, har vit millum annað sleppa at lúra inn í lastarúmið á flogfarinum - kom við!💪🏼😎

Við Kristinu til arbeiðis

Sølu- og kundatænastan hjá Atlantic Airways hevur havt úr at gera, síðani korona legði mestsum alla flogferðsluna lamna um miðjan mars í ár🛬👎🏼
Nú eru gerandisdagurin og avgreiðslutíðin farin at líkjast sær sjálvum aftur, umframt at fólk hava fingið hug at ferðast aftur🤗🛫
Men tær umleið 700 avlýstu flogferðirnar fyrr í ár høvdu stórar kollveltingar við sær😳
Frá hálvum mars til hálvan juli fekk sølu- og kundatænastan:
21.000+ teldupostar ✔️
Upp til 1.200+ telefonuppringar um dagin ✔️
10.000 tals avlýstar/broyttar ferðaseðlar ✔️
Hesa ferð hitta vit Kristinu, sum er leiðari fyri sølu- og kundatænastuna hjá Atlantic Airways☺️💻📞

Við Einari til arbeiðis

Í hangarinum í Vágum arbeiðir eitt altjóða góðkent, tekniskt toymi, og tað er ein av orsøkunum til, at tað ber til hjá Atlantic Airways at hava Føroyar sum hornastein í sínum virksemi 🔧🙌
Hesa ferð hitta vit Einar, sum er flogteknikari😊 Hann vísir okkum eitt nú HEPA-filtrið, sum reinsar luftina umborð og fangar 99,99% av øllum bitlum (mikrobum)😷 Luftin verður skift triðja hvønn minutt; hetta er nógv meira enn í einum vanligum innanduraumhvørvi🙃 Sostatt fáa ferðandi uml. 80 ferðir so nógva reina luft enn tað, tey hava brúk fyri💪
Tekniska toymið tekur sær annars av øllum tí dagliga viðlíkahaldsarbeiðnum, ið hevur við flogfør og tyrlur at gera – hygg við!✈️🚁

Við Ragnari til arbeiðis

Ops-deildin hjá Atlantic Airways – ella ‘operations’, sum tað er ein stytting fyri, er av sonnum ein “høgguslokka-deild”🐙 Í ops’ini samskipa tey alt tað praktiska í sambandi við flúgvingina, so sum at manna flogførini, tey syrgja fyri flogloyvum, samskifti við flogvallir og flogførini og nógv, nógv annað✈️📅📝🙃 Leiðarin í ops’ini, Ragnar, greiðir frá her

Við Tanju til arbeiðis

Korona-tilmælini og avmarkingarnar hava broytt mátan, vit ferðast uppá í dag✈️ Hetta merkist eisini umborð, millum annað tí ongin veiting er í løtuni, og eisini skulu bæði starvsfólk og ferðandi vera í andlitsmaskum😷
Hesa ferð fara vit við Tanju til arbeiðis, har vit hoyra hana greiða frá broytta gerandisdegnum sum flogterna🙂🇫🇴👏

Við Eystein til arbeiðis

Trygdin hevur alt at siga í okkara arbeiði, og myndugleikakrøvini viðvíkjandi trygd eru sera nógv og høg💯 Hesa ferð hitta vit flogtrygdarleiðaran, Eystein í Løðu, sum greiðir eitt sindur frá sínum arbeiði, ið fyrst og fremst snýr seg um, at trygdin í flogførum og tyrlum er 100%, hvørja einastu ferð flogið verður✈️🚁