Vágar runt við tyrlu

Vilt tú uppliva Vágar frá luftini? So hevur tú møguleikan nú, tí tyrlan hjá Atlantic Airways flýgur rundferð yvir Vágum hvønn mánadag kl. 15.20.
Flogið verður framvið fleiri av teimum vælumtóktu støðunum í Vágum so sum Fjallavatn, norð á Víkar, móti Mykinesi og inn aftur sunnanfyri oynna framvið Trælanípu og Bøssdalafossi.

Nær: mánadagar kl. 15.20 
Longd: 20-30 minuttir
Hvar? Fráferð frá flogvøllinum í Vágum 
Kostnaður: DKK 1250 fyri hvønn
Í mesta lagi 12 fólk sleppa við í senn.

Bílegging: TRÝST HER.

15. og 22. juli verða tveir túrar; ein kl. 15.20 og ein kl. 16.25.

Gevið gætur!
Túrurin verður bert flogin, um veðrið er til vildar og kann annars vera broyttur samsvarandi veðurlíkindunum. Tyrlan er partur av tilbúgving Føroya, og tí kunnu túrar verða útsettir (bæði dagur og klokkutíð) orsakað av bjargingaruppgávum.