Eru tit 10 vaksin og/ella børn millum 2 og 11 ár, sum vilja ferðast saman, eru tit vælkomin at senda ein fyrispurning til okkara fyri at fáa eitt bólkatilboð. Ferðast tit saman sum ein bólkur, fáa tit meira smidleika og betri treytir.
FYRIMUNIR |
|
PRÍSIR OG TREYTIR |
Tað einasta, tit skulu gera, er at fylla niðanfyristandandi oyðublað út og senda tað til okkara. Tit fáa síðani eitt tilboð sendandi innan 2-3 arbeiðsdagar. |
Bólkatilboð verða givin, um minst 10 vaksin ella børn ml. 2 og 12 ár ferðast saman.
Bólkaprísurin er bert galdandi, so leingi tað eru minst 10 fólk (pinkubørn - yngri enn 2 ár - telja ikki við) í ferðalagnum, og tey skulu ferðast samstundis.
Bólkaferðaseðlar skulu vera rindaðir í seinasta lagi 30 dagar áðrenn fráferð.
Depositum á DKK200 pr. ferðandi verður kravt, og tað verður ikki endurgoldið.
Nøvnini á teimum ferðandi skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 10 dagar áðrenn fráferð.
Nøvnini skulu samsvara við passið.
Bólkaferðaseðlar skulu skrivast út í seinasta lagi 72 tímar áðrenn fráferð.
Ferðadagar og ferðamál kunnu broytast uttan eyka kostnað, til fulla gjaldið fyri
ferðaseðlarnar er móttikið. Er prísmunur á ferðaseðlunum, skal hann tó gjaldast.
Eftir at fulla gjaldið fyri ferðaseðlarnar er rindað kosta hesar broytingar DKK 200 fyri hvønn + møguligan prísmun. 24 tímar ella minni áðrenn fráferð kosta hesar broytingar DKK 500 fyri hvønn + møguligan prísmun.
Navnabroyting er ókeypis, fram til 24 tímar áðrenn fráferð. Skal navnið broytast millum 24-2
tímar áðrenn fráferð, kostar hetta DKK 600 fyri hvønn. Minni enn tveir tímar áðrenn fráferð, er navnabroyting ikki loyvd.
Avlýsing/endurgjald: Freistin fyri fullum endurgjaldi (- depositum) er 30 dagar áðrenn
fráferð.
Gisting/flutningur er bindandi fýra vikur áðrenn fráferð.
Freistin fyri fullum endurgjaldi (-depositum) er 30 dagar áðrenn fráferð.
Gisting/flutningur er bindandi fýra vikur áðrenn fráferð.
1 stk. (max 23 kg) pr. ferðandi + hondviðføri (max 8 kg) + 1 stk. teldu- ella hondtasku.
Pass.
Ferðatrygging/avlýsingartrygging.
Tey ferðandi hava skyldu til at kanna, at nøvn og ferðatíðir eru røtt.
Møguligir skeivleikar skulu fráboðast beinanvegin.