Listaflog

38444_AA_Listaflog _logo _500x 200px

 

 

Listaflog er stuðulsskipan hjá P/F Atlantic Airways. 

 

Tann 28. mars á hvørjum ári letur Atlantic Airways 100.000 krónur í stuðli til eitt ella fleiri føroysk listafólk og/ella listaverkætlanir. Hetta er dagurin, tá Atlantic Airways fór á flog á fyrsta sinni. 

 

Stuðul verður latin til listafólk, ið hava útbúgving ella aðra fakliga viðurkenning og arbeiða heilt ella partvís sum yrkislistafólk. 

 

Hugskotið spretti, tá Atlantic Airways seint í 2016 gav flotanum navn; flogfør og tyrlur fingu øll nøvn eftir mætum, føroyskum listafólkum. 

 

Ein trímannanevnd, mannað við einum umboði fyri nevnd og leiðslu í Atlantic Airways, einum umboði fyri Listafólkasamband Føroya og einum umboði, sum Mentamálaráðið velur, viðgerð umsóknirnar og ger av, hvør fær stuðul. 

 

Nevndin í 2017 og 2018 er mannað við Niels Mortensen, Randi Samsonsen, Alda Joensen, umboð fyri Mentamálaráðið. Samskipari í Listaflogi er Ingrid Bjarnastein.

 

Til ber at søkja um stuðul frá fyrst í februar til miðjan mars á hvørjum árið, og felagið kunnar um nærri dagfestingar á hvørjum ári, tá lýst verður við, at klárt er at søkja um stuðul.