Umborð á okkara flogførum kanst tú hugna við onkrum løttum og góðum úr okkara matskrá, stytta tær stundir við okkara talgildu undirhaldsskipan.
Legg til merkis: Matur skal bíleggjast minst 24 tímar áðrenn fráferð, tó er ikki gjørligt at bíleggja mat framanundan á rutunum til/frá Edinburgh og Keflavík.
Umborð á øllum okkara flogførum finnur tú okkara talgildu undirhaldsskipan. Har liggja spøl, fesk føroysk tíðindi bæði frá útvarpi, sjónvarpi og talgildu miðlunum.
Tú kanst eisini stytta tær um stundir við einum stórum úrvali av filmum og sjónvarpsrøðum, ið javnan verða dagførd. Sí filmsbrot longri niðri fyri at síggja úrvalið í løtuni.
BARNAMATSKRÁ
Pylsubreyð ella pitsasnigil, ostahaps, Nutella, frukt, mini-muffa, smør og bolli.
MORGUNMATUR
Jogurt, músli, eggjakøka, ostur, súltutoy, frukt, smør, breyð og bolli.
2x SMYRJIBREYÐ
1 stk við eggi og rækjum og 1 stk við flaki.
DAGSINS LANGBREYÐ
Skinka og ostur ella høsnarungi og flesk
VEGANSKT OG GLUTENFRÍTT
Salat við grønmetisburgara. Salat: sjerritomat, agurk, piparfrukt, reyðleykur, blandaðar bønir, vegansk feta og quinoa.
NY MORGUNMATUR
Jogurt, músli, eggjakøka, ostur, súltutoy, frukt, smør, breyð og bolli. Onnur borðreiðing: Tapas við salami, parmaskinku v.m.
NY VEGANSKT OG GLUTENFRÍTT
Eplabreyð, jogurt, frukt, grønmeti, smør, ostur, bolli og smákøkur. Onnur borðreiðing: Grønmetisburgari v. tilhoyri.
NY BARNAMATSKRÁ
Pylsubreyð ella pitsabolli, ostahaps, nutella, frukt, mini muffin/donut, smør og bolli. Onnur borðreiðing: Eggjakøka, pylsa v.m.
NY MATSKRÁ
2x smyrjibreyð - 1 stk við eggi og rækjum og 1 stk við flaki + salat og køka. Onnur borðreiðing: Tapas við salami, parmaskinku v.m.
SÓL MORGUNMATUR
Morgunmatur jogurt v. músli, eggjakøka, breyð, ost, bolla v.m.
SÓL MATSKRÁ
2x smyrjibreyð v. salati og køku.
SÓL BARNAMATSKRÁ
Pitsasnigil ella pylsubreyð, ostahaps, Nutella, frukt, mini-muffa, donut, smør og bolli.
SÓL VEGANSKT OG GLUTENFRÍTT
Eplabreyð, frukt, grønmeti, smør, ostur, bolli og smákøkur.