_

Tíni rættindi

Vit harmast um, at viðføri títt er skatt ella seinkað. Vit gera alt fyri at hjálpa tær og avgreiða málið skjótast gjørligt
Sum flogfelag hava vit ávísa skyldu til at endurrinda útreiðslur, ið standast av óreglusemi av innskrivaðum viðføri.

Hevur tú spurningar, ella tørvar tær hjálp, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á telduposti [email protected] ella við at ringja til okkara á telefon +298 34 10 00.

Skatt viðføri

Fær títt innskrivaða viðføri skaða undir ferðini, skalt tú boða frá skaðanum beinanvegin. Tað kann gerast á flogvøllinum við komu ella í seinasta lagi sjey dagar seinni við at trýsta HER

Ein skaðafrágreiðing (PIR ) verður gjørd og send til tín teldupost. Ein PIR er neyðug fyri at fáa endurgjald fyri skaðan og er galdandi í tvey ár.

Flogfeløg hava avmarkaða ábyrgd av skaddum viðføri. Atlantic Airways endurrindar í mesta lagi 700 DKK fyri keyp av nýggjum viðføri og einans mótvegis galdandi kvittan fyri keypið. Vit mæla tí til, at tú fyrst setur teg í samband við tína ferðatrygging viðvíkjandi endurgjaldi.
Endurgjaldsumbøn frá Atlantic Airways skal sendast til [email protected]

Freistir:

  • Skaðafráboðan skal verða gjørd í seinasta lagi sjey dagar eftir komu
  • Freist at søkja endurgjald er tvey ár frá PIR er gjørd

Treytir fyri endurgjaldi:

  • At allar freistir eru hildnar
  • Galdandi kvittan fyri keyp av nýggjum viðføri
  • Galdandi PIR

Vit taka ikki ábyrgd av:

  • Ovfyltum vðføri
  • Vatni, regni ella kava
  • Vanligum sliti; t.d. skøvum, prus, brot á snarlás og øðrum smávegis skaðum
  • Vørum sum eru vanvardar ella spillast lætt
  • Skaða á innihald í viðførinum

Seinkað viðføri

Verður títt innskrivaða viðføri seinkað undir ferðini, skalt tú gera vart við tað beinanvegin. Tað kann gerast á flogvøllinum við komu ella við at trýsta HER.

Tað er av stórum týdningi, at tú letur so neyvar upplýsingar sum gjørligt, tí tað hjálpir leitiskipanini at finna viðførið aftur. Ein seinkingarfrágreiðing (PIR) verður gjørd og send til tín teldupost. Goym tína PIR, tí hon skal brúkast, um tú skalt søkja um endurgjald.

Vit seta okkum í samband við teg, tá ið viðførið er funnið og komið fram. 

Freistir viðvíkjandi seinkaðum viðføri:

  • Seinkingarfráboðanskal gerast beinanvegin
  • Freist at søkja endurgjald fyri keyp er 21 dagar eftir móttøku av viðføri

Endurgjald:

  • Vit endurrinda fyri keyp av neyðsynjarvørum, t.d. tannbust, klæðir o.a. Og einans mótvegis kvittan fyri vørur keyptar í tíðarskeiðnum, viðførið er seinkað.
  • Endurgjaldið fyri hvønn ferðandi er 500 kr./samdøgrið í upp til í mesta lagi trý samdøgur, tvs. tilsamans 1.500 kr.

Treytir fyri endurgjaldi:

  • At allar freistir eru hildnar
  • Galdandi kvittan fyri keyp av neyðsynjarvørum
  • Galdandi PIR
  • At talan er um útferð*

Vit taka ikki ábyrgd av:

  • Viðføri, ið er skeivt skrivað inn av flogfelagi, ið vit ikki samstarva við
  • Um ferðandi velur at fara av flogvøllinum, áðrenn viðførið er komið á bandið

*Onki endurgjald verður veitt á heimferð.

Horvið viðføri

Viðførið, sum er seinkað meiri enn 21 dagar verður mett sum horvið. Eftir 21 dagar er møguligt at søkja um fult endurgjald fyri alt innihaldið í viðførinum. Hetta er tó avmarkað til í mesta lagið at vera 1.519 SDR* sum er roknieind hjá IMF (International Monetary Fund).

Send teldupost til [email protected]. Viðheft PIR við stuttari frágreiðing.

*1 SDR = uml. 9 DKK

Undantøk

Atlantic Airways hevur ikki endurgjaldsskyldu, um viðførið er seinkað orsakað av umstøðum, ið vit onga ávirkan hava á, t.d. verkfalli, veðri o.líkn.

Endurgjald verður ikki rindað fyri skaða á elektroniskar ella battaríriknar lutir so sum: sjónvørp,  teldur, myndatól, spøl, leikur, hárturkarar, slættijørn, rakimaskinur, vøruroyndir o.a.

Atlantic Airways rindar ikki endurgjald fyri skaðar á persónigar lutir sum t.d.: lyklar, smúkkur, virðisbrøv, pass og onnur samleikaskjøl, ið eru við í innskrivaðum viðføri. Mælt verður til, at hava tílíkar lutir við sum handviðføri.

Atlantic Airways rindar ikki endurgjald fyri mat ella drekka í innskrivaðum viðføri.