SVEIM OSS

Ber til at keypa SVEIM sum einvegis ferðaseðil?
SVEIM kann keypast bæði sum einvegis og retur ferðaseðil. Grundað á tíni leitiynski, finnur tú altíð okkara bíligastu tøku einvegis ella retur ferðaseðlar á atlantic.fo.

Eru SVEIM ferðaseðlar altíð tøkir?
Sannlíkindini fyri, at SVEIM ferðaseðlarnir eru útseldir eru størri, nærri komið verður fráferð.

Er avsláttur á SVEIM ferðaseðlunum?
Ja, børn undir 12 ár fáa avsláttur, umframt at tann ferðandi, um viðkomandi hevur stovnað tær ein súlubonusvanga á atlantic.fo undan fráferð, sjálvandi fær súlubonusstig fyri ferðina.

Hvussu nógv súlubonusstig fái eg fyri mín SVEIM ferðaseðil?
SVEIM á Danmarkar-leiðini hjá Atlantic Airways geva 750 súlubonusstig fyri ein einvegis ferðaseðil. Les meira um Súlubonus, og hvussu nógv stig tú fært fyri hvønn ferðaseðil HER.

Ber til at broyta ein SVEIM ferðaseðil?
Farleið, dagfesting og navn kunnu broytast. Tað er ókeypis at broyta navn, men broytir tú farleið ella ferðadag skal rindast fyri møguligan prísmun.

Um ferðaseðilin er keyptur á atlantic.fo, kanst tú sjálv/ur broyta ferðadag og ferðastað á okkara heimasíðu undir blaðnum “Mín bílegging” uttan avgreiðslugjald eina ferð. Hevur tú tørv á at gera broytingar meira enn eina ferð, verður tú vinarliga biðin um at ringja til Kundatænastuna.

Broyting av navni kann bert gerast, um tú setur teg í samband við Kundatænastuna. Um ferðaseðilin er keyptur frá eini ferðaskrivstovu, er tað bert ferðaskrivstovan, sum kann broyta ferðaseðilin.

Um Kundatænastan hjá Atlantic Airways skal broyta ferðaseðilin, skal eitt avgreiðslugjald rindast. Vinarliga set teg í samband við tína ferðaskrivstovu fyri at fáa upplýst møgulig gjøld fyri ferðaseðlar, sum eru keyptir frá ferðaskrivstovuni.

Ber til at fáa mín SVEIM ferðaseðil endurgoldnan?
SVEIM ferðaseðilin kann verða endurgoldin, tó minus DKK 500.

Innan 24 tímar og í seinasta lagi tríggjar tímar áðrenn fráferð verður alt endurgoldið, um ferðaseðilin er keyptur á atlantic.fo ella gjøgnum Kundatænastuna hjá Atlantic Airways.

Skattir og avgjøld kunnu tó altíð endurgjaldast á óbrúktum ferðaseðlum. Aftaná 24 tímar verður álagt avgreiðslugjald fyri endurgjaldið.

Vinaliga set teg í samband við tína ferðaskrivstovu fyri at fáa upplýst møgulig gjøld fyri ferðaseðlar, sum eru keyptir frá ferðaskrivstovuni.

Minst til, at tað ber til at keypa eina avlýsingartrygging frá tínum tryggingarfelag fyri at fáa endurgjald, um óvæntaðar støður skuldu komið fyri. Tryggingarfelagið kann upplýsa tær treytirnar nærri.

Er tíðaravmarking fyri, hvussu leingi eg kann vera burtur við einum SVEIM ferðaseðli?
Ferðaseðilin er galdandi í 12 mánaðir frá fyrsta ferðadegi.

Hvussu nógv viðføri kann eg hava við?
Vaksin og børn 2-11 ár kunnu hava tvey stykki av viðføri við ókeypis, sum viga upp til 23 kg/stk í innskrivaðum viðføri og 8 kg. sum handviðføri.

Pinkubørn uttan egið pláss og sum ikki eru fylt 2 ár, kunnu hava eitt stykki av viðføri við, sum vigar upp til 23 kg í innskrivaðum viðføri.

Ber til at bíleggja ávíst sitipláss, tá ið ein SVEIM ferðaseðil verður keyptur?
Ja, tað ber til at bíleggja sitipláss, tá ið ferðaseðilin verður keyptur. Vit bjóða tær eisini at verða innskrivað/ur á netinum á okkara heimasíðu 48 tímar undan fráferð frá flestu floghavnum.