_

Veiting umborð

Umborð á okkara flogførum kanst tú seta teg væl til rættis og njóta góðu tænastuna umborð. Tú kanst stytta tær um stundir við okkara undirhaldsskipan, Atlantic Airfi, ella lesa í okkara spennandi blaði, Atlantic Review. Eisini ber til at keypa tær okkurt leskiligt úr søluvogninum umborð. 

Matur skal bíleggjast minst 24 tímar áðrenn fráferð, og á SÓL-rutunum í seinasta lagi 48 tímar áðrenn fráferð. Tað er ikki gjørligt at bíleggja mat framanundan á rutunum til/frá Edinburgh og Keflavík. 

Matskrá umborð

Vit hava eina matskrá við løttum og góðum brellbitum.

Atlantic AirFi

Umborð á øllum okkara flogførum finnur tú okkara talgildu undirhaldsskipan. Har liggja spøl, fesk føroysk tíðindi bæði frá útvarpi, sjónvarpi og talgildu miðlunum. 

Tú kanst eisini stytta tær um stundir við einum stórum úrvali av filmum og sjónvarpsrøðum, ið javnan verða dagførd.

Matur til undanbílegging

BARNAMATSKRÁ

Jogurt, ostahaps, Nutella, melón, agurk, gularót, smør og bolli.

MORGUNMATUR

Jogurt, músli, eggjakøka, ostur, súltutoy, frukt, smør, breyð og bolli.

2x SMYRJIBREYÐ

2 stk. smyrjibreyð við ymiskum viðskera. Úrvalið broytist.

DAGSINS LANGBREYÐ

Skinka, ostur, tomat dressingur, piparfrukt, lekur og salat ella Høsnarungi, bacon, reyðleykur, tomat, salat og Cæsar dressingur.

VEGANSKT OG GLUTENFRÍTT

Salat við grønmetisburgara. Salat: sjerritomat, agurk, piparfrukt, reyðleykur, blandaðar bønir, vegansk feta og quinoa.

SALATSKÁL VIÐ BAKAÐUM LAKSI

Bakaður laksur, kuskus, ertrakrem, edamamebønir, mango, reytt spískkál, gularót og wasabi-dressingur.

MATRULLA VIÐ HØSNARUNGA

Við ranch-dressingi, frískari reyðrót og gularót.

SALATSKÁL VIÐ HØSNARUNGA

Høsnarungi, kuskus, ertrakrem, edamamebønir, mango, reytt spískkál, gularót og hunang chipotle dressingur.

Matur til undanbílegging á SÓL rutuni

SÓL MORGUNMATUR

Morgunmatur jogurt v. músli, eggjakøka, breyð, ost, bolla v.m.

SÓL MATSKRÁ

2x smyrjibreyð við leskiligum viðskera (GG! Úrvalið er skiftandi). Harafturat salat og køka.

SÓL BARNAMATSKRÁ

Pitsasnigil ella pylsubreyð, ostahaps, Nutella, frukt, mini-muffa, donut, smør og bolli.

SÓL VEGANSKT OG GLUTENFRÍTT

Eplabreyð,  frukt, grønmeti, smør, ostur, bolli og smákøkur.