Ber til at keypa SVEIM+ sum einvegis ferðaseðil?
SVEIM+ kann keypast bæði sum einvegis og retur ferðaseðil. Grundað á tíni leitiynski, finnur tú altíð okkara bíligastu tøku einvegis ella retur ferðaseðlar á atlantic.fo.
Eru SVEIM+ ferðaseðlar altíð tøkir?
So leingi sum fráferðin ikki er útseld, eru SVEIM+ ferðaseðlar tøkir.
Um fráferðin er útseld, ber til at koma á bíðilista. Set teg í samband við Atlantic Airways á tlf. 34 10 10 ella við tína ferðaskrivstovu.
Er avsláttur á SVEIM+ ferðaseðlunum?
Børn yngri enn 12 ár fáa avsláttur, umframt at tann ferðandi, um viðkomandi hevur stovnað sær ein súlubonusvanga á atlantic.fo undan fráferð, sjálvandi fær súlubonusstig fyri ferðina.
Hvussu nógv súlubonusstig fái eg fyri mín SVEIM+ ferðaseðil?
SVEIM+ á Danmarkar og NORÐ leiðunum hjá Atlantic Airways geva 1.000 súlubonusstig fyri ein einvegis ferðaseðil. Les meira um Súlubonus HER.
Ber til at broyta ein SVEIM+ ferðaseðil?
Ferðastaður, dagfesting og navn kunnu broytast. Tað er ókeypis at broyta navn, men broytir tú farleið ella ferðadag skal rindast fyri møguligan prísmun.
Um ferðaseðilin er keyptur á atlantic.fo, kanst tú sjálv/ur broyta ferðadag og ferðastað á okkara heimasíðu undir blaðnum “Mín bílegging” uttan avgreiðslugjald eina ferð. Hevur tú tørv á at gera broytingar meira enn eina ferð, verður tú vinarliga biðin um at ringja til Kundatænastuna.
Broyting av navni kann bert gerast, um tú setur teg í samband við Kundatænastuna. Um ferðaseðilin er keyptur frá eini ferðaskrivstovu, er tað bert ferðaskrivstovan, sum kann broyta ferðaseðilin.
Um Kundatænastan hjá Atlantic Airways skal broyta ferðaseðilin, skal eitt avgreiðslugjald rindast. Vinarliga set teg í samband við tína ferðaskrivstovu fyri at fáa upplýst møgulig gjøld fyri ferðaseðlar, sum eru keyptir frá ferðaskrivstovuni.
Ber til at fáa mín SVEIM+ ferðaseðil endurgoldnan?
Ja, møtir tú ikki upp til fráferð, kanst tú antin brúka ferðaseðilin seinni ella fáa hann endurgoldnan.
Ferðast tú beinleiðis víðari, endurrinda vit tó ikki ferðina víðari.
Dømi: Tú skalt ferðast úr Vágum til Keypmannahavnar og síðani beinleiðis til París við øðrum flogfelag, men tú møtir ikki til ferðina úr Vágum. Tá kanst tú fáa nýggja flogferð úr Vágum til Keypmannahavnar ella endurgjald fyri mista ferðaseðilin frá Atlantic Airways. Ferðaseðilin úr Keypmannahavn til París er tó mistur, og Atlantic Airways endurrindar ikki hendan partin av ferðini.
Er tíðaravmarking fyri, hvussu leingi eg kann vera burtur við einum ALTÍÐ ferðaseðli?
Ferðaseðilin er galdandi í 12 mánaðir frá fyrsta ferðadegi.
Hvussu nógv viðføri kann eg hava við?
Vaksin og børn 2-11 ár kunnu hava tvey stykkir av viðføri við, sum viga upp til 23 kg hvørt, umframt 8 kg hondviðføri.
Pinkubørn uttan egið pláss, og sum ikki eru fylt 2 ár, kunnu hava eitt stykki av viðføri upp til 23 kg. við í innskrivaðum viðføri.
Ber til at bíleggja ávíst sitipláss, tá ein SVEIM+ ferðaseðil verður keyptur?
Tað ber til at bíleggja sitipláss, tá ferðaseðilin verður keyptur. Vit bjóða tær eisini at verða innskrivað/ur heimasíðu okkara 22 tímar undan fráferð frá flestu floghavnum.