LÁGPRÍS OSS

Kann eg ferðast á øllum rutunetinum hjá Atlantic Airways?
Ja, lágprísferðaseðilin kann keypast á øllum okkara rutum.

Kann eg altíð keypa hesar ferðaseðlar?
Ja, lágprísferðaseðlar kunnu altíð keypast. Tó er útboðið avmarkað, so hetta slagið av ferðaseðlum kann vera útselt.

Er avsláttur á Lágprís ferðaseðlunum?
Børn yngri enn 12 ár fáa avsláttur, umframt at tann ferðandi, um viðkomandi hevur stovnað tær ein súlubonusvanga á atlantic.fo undan fráferð, sjálvandi fær súlubonusstig fyri ferðina.

Hvussu nógv súlubonusstig fái eg fyri mín Lágprís-ferðaseðil?
Lágprísferðaseðlar á Danmarkar-leiðini hjá Atlantic Airways geva 500 súlubonusstig fyri ein einvegis ferðaseðil. Les meira um Súlubonus her.

Ber til at broyta ein Lágprís ferðaseðil?
Ja, tað ber til at broyta farleið og ferðadag. Hesar broytingar kosta DKK 400/stk. Harafturat skal rindast fyri ein møguligan prísmun.

Tað ber eisini til at broyta navn fyri eitt gjald á 500DKK.

Td. vilt tú broyta navn + ferðadag ella farleið, kostar tað 900 DKK + møguligan prísmun.

GG!: Vit gera vart við, at tá ein samansettur ferðaseðil verður broyttur, kann SVEIM+parturin broytast uttan broytingargjald. Men talan kann harumframt verða um ein prísmun.

Um ferðaseðilin er keyptur á atlantic.fo, ber til at broyta farleið og/ella ferðadag online á okkara heimasíðu undir blaðnum “Broyt ferðaseðil” eina ferð. Hevur tú tørv á at gera broytingar meira enn eina ferð, verður tú vinarliga biðin um at ringja inn til Kundatænastuna á tlf. 34 10 00.

Broyting av navni kann bert gerast, um tú setur teg í samband við Kundatænastuna.

Um ferðaseðilin er keyptur frá tíni ferðaskrivstovu, er tað bert ferðaskrivstovan, sum kann broyta ferðaseðilin. Vinarliga set teg í samband við tína ferðaskrivstovuna fyri at fáa upplýst møgulig gjøld fyri ferðaseðlar, sum eru keyptir frá ferðaskrivstovuni.

Um Kundatænastan hjá Atlantic Airways skal broyta ferðaseðilin, skal eitt avgreiðslugjald rindast.

Um ferðaseðilin er keyptur á atlantic.fo ella gjøgnum Kundatænastuna hjá Atlantic Airways, bjóða vit eisini møguleika at angra keypið innanfyri 24 tímar frá keypið er gjørt og fáa allan peningin aftur, tó í seinasta lagi tríggjar tímar áðrenn fráferð.

Kann eg fáa mítt keyp endurgoldið?
Lágprís ferðaseðilin kann ikki verða endurgoldin, tó við undantaki av 24-tíma tíðarfreistini.

Innan 24 tímar verður alt endurgoldið.

Skattir og avgjøld kunnu tó altíð endurrindast á óbrúktum ferðaseðlum. Aftaná 24 tímar verður álagt avgreiðslugjald fyri endurgjaldið.

Hvussu nógv viðføri kann eg hava við?
Vaksin og børn 2-11 ár kunnu hava eitt stykki av viðføri við upp til 23 kg. av innskrivaðum viðføri við, umframt 8 kg. hondviðføri.

Pinkubørn uttan egið setur og sum ikki eru fylt tvey ár, kunnu hava eitt stykki av viðføri upp til 23 kg. av innskrivaðum viðføri við.

Ber til at bíleggja ávíst sitipláss, tá ein Lágprís ferðaseðil verður keyptur?
Ja, tað ber til fyri eitt eyka gjald á DKK 65 hvønn vegin.

Tað ber til at verða innskrivað/ur ókeypis á netinum 22 tímar undan fráferð umframt, og tá ber eisini til at velja sitipláss. Hetta er galdandi fyri flestu floghavnir.