Skrivað hevur Leivur Frederiksen
Tað er fyrrapart týsdag. Sverri Sandberg Nielsen ber bátin, ein sonevndan singlescullara, oman til vatnið í Bagsværd, sum liggur stutt uttan fyri Keypmannhavn. Ein nýggjur venjingardagur er á skránni
Tað er bara pláss fyri einum manni í bátinum. 25 ára gamli miðvingurin veit, at tá ið samanum kemur, so hvílir ábyrgdin einsamøll á hansara egnu herðum, um hann skal røkka høga málinum, sum hann hevur sett sær; her eru eingir liðfelagar. Sverri vil blíva heimsins besti rógvari, gullheiðursmerkini skulu hanga um hálsin á honum.
Sverri er partur av danska landsliðnum, og meðan hann rør, siglir venjarin Thomas Poulsen aftaná. Av og á taka teir ein steðg, har Sverri fær ráðgeving, og so koyrir hann á aftur, tey mongu tøkini eru óteljandi.
“Kom så, Sverri, lidt mere, før vi går ind til romaskinen,” rópar venjarin við eggjandi rødd.
”Tað hevur stóran týdning fyri meg, at eg kann vera partur av danska landsliðnum og Team Danmark. Eg fái tær allarbestu umstøðurnar frá teimum, og tað ger tað lættari hjá mær at halda fokus á tað, eg havi sett mær fyri,” greiðir Sverri frá.
Venjarin veit, hvat hetta snýr seg um. Thomas Poulsen var umborð á tiltikna “Guldfireren” í nítiárunum. Áðrenn ein skaði noyddi hann at steðga, vann hann OL-gull í Atlanta í 1996, og harafturat bleiv hann heimsmeistari tríggjar ferðir saman við restini av manningini.
Hann ivast ikki í, at Sverri hevur tað, sum skal til fyri at gerast ein av heimsins bestu rógvarum.
”Sverri er longu partur av heimselituni. Hann er eisini óvanliga væl fyri. Tað er eingin annar á danska landsliðnum, sum er so væl fyri kropsliga, sum Sverri er. Hann er krútsterkur og kann neyvan blíva nógv sterkari. Tí arbeiða vit í løtuni nógv við tekniska partinum. Tað snýr seg um, at vit skulu fáa tað mesta burtur úr hvørjum taki hjá hasum sterku ørmunum,” sigur Thomas Poulsen.
Danir vildu hava stórtalentið
Sverri Sandberg Nielsen byrjaði mest sum av tilvild at rógva, tá ið hann var trettan ára gamal. Ein dagin ringir ein vinmaður og spyr, um Sverri vil við til venjing. Brádliga er hann partur av barnamanningini umborð á Kolli í Kollafirði. Sverri gerst skjótt bitin av harða venjingarumhvørvinum, serliga tí sum hann seinni møtir í Miðvági.
”Har var nakað serligt. Vit møttu ikki bara upp fyri at venja. Hvør einasta venjing var ein kapping, har allir vildu vinna, um tað var á rógvimaskinuni, tá ið vit runnu ella lyftu vektir. Vit góvu alt, vit høvdu, hvørja ferð. Eg minnist, at vit ofta lógu á gólvinum og skrálaðu, tí vit vóru næstan blivnir í ørviti av at koyra so hart á. Men mær dámdi tað, tað gav mær altíð eina góða kenslu.”
Tað verður eisini skjótt greitt fyri Sverra, at hetta er ein ítrótt, sum hann egnar seg óvanliga væl til. Hóast hann tá bara er 14 ára gamal, so rør hann skjótari enn fleiri av teimum, sum liggja um 26–27 ára aldur, tá ið teir sita á rógvimaskinuni í venjingarhølinum í Miðvági. Tað hevur við sær, at Sverri verður meldaður til danmarkarmeistarakappingina í inniróðri fyri juniorar, tá ið hann er 16 ára gamal. Sverri vinnur greitt, hann er langt framman fyri nummar tvey.
Tað ganga ikki nógvir dagar, so fær hann teldupost frá størsta rógvifelagnum í Danmark, Danske Studenters Roklub, sum bjóðar Sverra at koma til Danmarkar at rógva fyri felagið. Sverri velur tó at siga nei takk, tí hann heldur seg vera ov ungan.
Árið eftir er óalmenn heimsmeistarakapping í inniróðri í Boston í USA, og Sverri skarar enn eina ferð framúr, tá ið hann aftur kemur fyrstur á mál.
Danske Studenters Roklub hevur aftur fylgt við, og aftur fær Sverri ein teldupost, har tað verður heitt á hann um at koma til Danmarkar at rógva. Hesaferð tekur hann av møguleikanum.
”Orsøkin til, at eg valdi hesa ítróttina, er einføld; eg veit, at eg dugi og klári meg væl. Tað kennist ikki hart, tá ið tú veitst, at tað gongst tær væl. Tað er sum hjá einum barni í fólkaskúlanum. Dugir tú nógv betur rokning enn føroyskt, so er stuttligari at fara inn til ein roknitíma. Eg trúgvi uppá, at fólk skulu í mest møguligan mun gera tað, sum tey duga og tíma.”
Fulltíðarrógvari
Rógvarin úr Miðvági hevur búð í Danmark í átta ár. Í fyrstani gekk hann á universitetinum, samstundis sum hann var eliturógvari, men tað gjørdist honum skjótt greitt, at tað bar ikki til, um hann skuldi blíva ein av heimsins bestu rógvarum á vatninum í single-scullara. Tí kendi hann seg noyddan at gevast við lesnaðinum, og í dag er hann fulltíðarrógvari.
”Tað er vanligt á danska landsliðnum, at tú venur umleið 15 tímar um vikuna og lesur ella arbeiðir eitt sindur við síðuna av, men eg fái tað illa at passa saman. Eg vil venja nógv meira enn hasar 15 tímarnar, helst skal eg upp á 24–25 venjingartímar um vikuna, og so er tað alt hitt. Hvíldin hevur stóran týdning millum venjingarnar, svøvnurin skal vera í lagi, og so má eg eisini syrgja fyri, at eg eti rætt. Eg havi valt at vera rógvari. Onnur síggja seg sjálv sum lærara, sjúkrarøktarfrøðing ella okkurt annað. Eg eri fyrst og fremst ein atletur, og so má alt annað koma í aðru røð.”
Má eta nógv
Venjingin hjá Sverra er liðug. Hann ger skjótt av undir brúsuni og fer heim í íbúðina. Hann er ikki meira enn komin inn um hurðina, so fer hann alt fyri eitt uttar í køkin eftir mati. Á tallerkinum eru trý rokað breyðstykkir við eggum, avokado og feitari majonesu.
Nógva venjingin krevur, at Sverri etur nógv. Nógv meira enn ein vanligur maður. Kostráðgevi er knýttur at Team Danmark, og stundum verður Sverri biðin um at eta 8.000 kaloriur um dagin. Til samanberingar skal ein vanligur maður eta umleið 2.300 kaloriur. Um Sverri ikki etur so nógv, kann tað skjótt henda, at nógva og harða venjingin fær negativa ávirkan, tí hann kann missa styrki og eisini lættari fáa skaðar.
"Eg gangi høgt upp í alt, sum hevur við rógvingina at gera, men onkuntíð kennist tað næstan pínufult at fáa allan hendan matin niðurum. Tað ber næstan ikki til at fáa so nógvar kaloriur í kroppin bara við sunnum mati, og tí fari eg onkuntíð oman til bakaran eftir hjálp," sigur Sverri skemtandi, meðan hann smílir skeivt og skeitir at wienerbreyðslongdini, sum liggur á borðinum.
Fíggjarlig avbjóðing
Tað eru ikki líka nógvir pengar í rógving sum í summum øðrum ítróttargreinum. Sverri fær nakað av pengum frá Team Danmark, men tað er als ikki nóg mikið til at fíggja tilveruna, og tí er hann takksamur um stuðulin, sum hann fær frá familjuni heima í Føroyum.
”Ein fótbóltsspælari kann liva av sínari ítrótt, um hann er nóg dugnaligur, tað kann ein rógvari tíverri ikki. Tí havi eg so ómetaliga nógv at takka familjuni heima í Føroyum fyri, tí uttan teirra stuðul kundi eg als ikki vant so nógv, sum eg geri. Eg vil og eg má venja so nógv, um eg skal kunna kappast við teir allarbestu í heiminum.”
Venjarin hjá Sverra heldur eisini, at miðvingurin hevur ein óvanliga góðan hugburð til venjing, sum hann helst hevur fingið við sær úr Føroyum.
”Vit sóu tað eisini, tá ið Katrin Olsen var partur av danska landsliðnum í sambandi við OL í í Bejing í 2008. Føroyingar vilja venja nógv, og tað er einki grenj at hoyra, tá ið venjingin krevur alt, sum kroppurin hevur at geva, tvørturímóti. Tað er eingin á danska landsliðnum, sum venur so nógv, sum Sverri ger, og honum tykist at dáma tað, tá ið venjingin er upp á tað harðasta,” sigur Thomas Poulsen.
Nógva venjingin hevur eisini givið úrslit, og tað sigur ikki so lítið, at Sverri Nielsen skriðar sær í nakkanum, tá ið hann verður spurdur, hvussu ofta hann hevur verið danmarkarmeistari hesi árini, hann hevur róð í Danmark. Hann má finna tey mongu gullheiðursmerkini fram og fara at telja. Tilsamans hevur hann staðið ovast á sigursskamlinum 17 ferðir í ymsum róðrargreinum, og hóast Sverri Nielsen bara er 25 ára gamal enn, so er hann longu nú nær við at vera mest vinnandi rógvari í Danmark.
Olympisku leikirnir nærkast
Venjarin hjá Sverra Sandberg Nielsen ivast ikki í, at Sverri fer at klára at kvalifisera seg til OL í Tokyo í 2020. Olympisku leikirnir hava fremstu raðfesting hjá danska landsliðnum, og tí verða venjingarnar lagdar tilrættis eftir OL fleiri ár frammanundan. Men hjá miðvinginum er OL í sær sjálvum ikki so eyðsýnt mál, sum tað er hjá nógvum øðrum ítróttarfólkum.
”Nú má eg ansa eftir, at eg ikki verði misskiltur. Men OL í sær sjálvum er ikki eitt mál hjá mær. Mítt mál er at blíva bestur í heiminum. Um tað hendir í Tokyo í 2020 ella til onkra heilt aðra kapping á onkrum øðrum ári, hevur minni týdning. Tað sigur mær ikki nógv at kvalifisera meg til OL í Tokyo og so at enda nummar 10 ella 11. Eg vil stríðast um finaluplássini og helst eisini vinna heiðursmerkir.
Men hinvegin er tað sjálvsagt, at um eg røkki mínum stóra máli, so skal eg nokk eisini klára at koma við til olympisku leikirnar,” sigur Sverri Sandberg Nielsen, áðrenn hann aftur leggur leiðina oman til vatnið í Bagsværd, har onnur venjingin hendan dagin er á skránni.
Fakta:
Sverri Sandberg Nielsen
25 ár
13 ferðir danmarkarmeistari á vatninum
4 ferðir danmarkarmeistari í inniróðri
Evropameistari í inniróðri í 2014 og 2017
Óalmennur heimsmeistari í inniróðri fyri juniorar í 2011