Starvsfólk til sølu- og kundatænastuna hjá Atlantic Airways

Kundatænasta okkara manglar tænastusinnaðar avloysarar, sum kunnu taka vaktir um vikuskiftið, um kvøldarnar og í ferium.

 

Tað hevur stóran týdning, at tú….

-Hevur áhuga fyri kundatænastu

-Ert smílandi og vinarlig/ur av lyndi og dugir at arbeiða sjálvstøðugt

-Trívist í einum umhvørvi, har tað ofta hendir nógv

-Dugir at síggja loysnir heldur enn forðingar

-Ert tænastusinnað/ur og vilt veita eina fyrsta floks tænastu

 

Arbeiðið fevnir um...

 avgreiðslu av ferðafólkum í sambandi við fráferðir og komur hjá flogførum og tyrlum, umframt ymiskt annað fyrifallandi arbeiði á deildini.

 

Rætta viðkomandi kunnu vit bjóða...

eitt áhugavert og fjølbroytt starv innan kundatænastu og ferðavinnu á einum spennandi og dynamiskum arbeiðsplássi.

 

Krøv

Tú skalt vera fylt/ur 18 ár og vera stinn/ur í føroyskum, norðurlendskum og enskum og hava góðar telduførleikar.

 

Um starvið

Starvið verður sett skjótast til ber. Talan er um avloysaravaktir um vikuskiftið, um kvøldið, halgidagar og í ferium.

Arbeiðstíðin er tengd at flogferðsluni og verður eisini arbeitt um kvøldarnar og halgidagar. Starvið er tímalønt.

Nærri upplýsingar um starvið fært tú , um tú vendir tær til Kristinu Fossaberg á tlf. 222118 ella á [email protected] ella Elin Sigvardsen á tlf. 213702 ella á [email protected]

 

Umsókn

Skrivlig umsókn v.m. skal sendast við telduposti til [email protected]

Umsóknarfreistin er fríggjadagin 15. oktobur 2021, kl. 15:00.