ATLANTIC AIRWAYS LEITAR EFTIR SØLUFÓLKI TIL SØLU- OG MARKNAÐARDEILDINA

Kundi tú hugsað tær eitt spennandi starv í eini altjóða fyritøku? Brennir tú fyri sølu, ert tú útvend/ur og fyri­ komandi? So er tað kanska tær, vit leita eftir.

Vit søkja eftir einum sølufólki, sum skal vera við til at styrkja um sølutoymið á sølu­ og marknaðardeildini.

 

Tað verður tín uppgáva

- at arbeiða saman við ferðaskrivstovum og øðrum samstarvsfeløgum fyri at menna søluna

- at avgreiða bíleggingar í søluskipanum

- at umboða Atlantic Airways á søluráðstevnum og á verkstovum

 

Vit vænta, at tú...

- brennir fyri sølu, hevur áhuga fyri ferðavinnu og møgu­ liga royndir frá vinnuni

- ert fyrikomandi, sosial/ur og útvend/ur; tú dugir og sært týdningin av at netverka

- ert forvirkin (pro­aktiv/ur), dugir at skipa egið arbeiði og sært samstarv sum ein lykil fyri at náa besta úrs­ litinum

- arbeiðir skipað, hevur gott yvirlit og eyga fyri smálutum

- dugir væl føroyskt, enskt og danskt í skrift og talu

 

Vit bjóða tær

- eitt avbjóðandi og fjølbroytt starv við nógvum ymiskum uppgávum

- eitt spennandi og dynamiskt arbeiðspláss

- at gerast partur av einum lítlum, vælvirkandi toymi, har ferðin ofta er høg, og nógvir bóltar eru í luftini samstundis

Løn­ og setanartreytir eftir avtalu. Starvið verður sett skjótast gjørligt. Starvsstaðurin er á høvuðsskrivstovu okkara í Vága Floghavn.

 

Umsókn

Umsókn við lívsrensli (cv), avriti av prógvum og viðkomandi tilfari skal sendast við teldupost til [email protected] í seinasta lagi 21. januar 2019. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

 

Vilt tú vita meira um starvið

So ert tú vælkomin at venda tær til Árna Olsen, sølu­ og marknaðarleiðara á tlf. +298 21 37 77 ella við telduposti á [email protected]