Leiðari til sølu av leiguflúgving og samskipan av ferðaætlan


Brennir tú fyri sølu, har kundin altíð verður settur í miðdepilin? Kundi tú hugsað tær eitt spennandi starv í eini altjóða fyritøku? So er tað kanska tær vit leita eftir.
Vit søkja eftir einum leiðara, sum skal taka sær av leiguflúgving (charter) og samskipan av ferðaætlanini. Umframt vanliga rutuflúgving, har vit knýta Føroyar nærri umheiminum, flúgva vit eisini leiguflúgving fyri flogfeløg, ferðasmiðjur og privatar kundar, og fevnir hetta økið um týðandi part av okkara virksemi.

Tað verður tín uppgáva ...
• at virka sum Key Account Manager fyri leiguflúgving og ferðasmiðjur
• at skipa ferðaætlanina í samstarvi við aðrar deildir
• at gera avtalur við nýggjar kundar
• at fyrireika og hava ábyrgd av sáttmálum og prísum
• at luttaka á viðkomandi ráðstevnum
• at samstarva við flogvallir og flogvallamyndugleikar
• at samstarva innanhýsis um atknýttar uppgávur

Um teg:
• Tú ert ágrýtin, brennir fyri sølu og hevur sølutev
• Tú hevur eina analytiska, strategiska tilgongd og dugir at halda yvirlitið
• Tú hevur góð samskiftisevni í skrift og talu (føroyskt, skandinaviskt og enskt)
• Tú hevur royndir við samráðingum á donskum og enskum
• Tú ert fyrikomandi og dugir og sært týdningin av at netverka
• Tú hevur lætt við at seta teg inn í kappingarlóg og EU-útboðsreglur
• Tú hevur royndir við at tryggja og gagnnýta vitan uppá tvørs av deildum

Setan:
Rætta viðkomandi kunnu vit bjóða eitt avbjóðandi, sjálvstøðugt og fjølbroytt starv við nógvum spennandi uppgávum. Tú fert at starvast á einum áhugaverdum og dynamiskum arbeiðsplássi saman við nógvum ymiskum fakbólkum, har ferðin ofta er høg og nógvir bóltar eru í luftini samstundis.
Roknast kann við ferðing í sambandi við arbeiðið; uml. 60 dagar um árið.
Løn og setanartreytir eftir avtalu. Starvið verður sett skjótast gjørligt. Starvsstaðurin er á høvuðsskrivstovu okkara í Vága Floghavn.

Umsókn:
Umsókn við lívsrensli (cv), avriti av prógvum og viðkomandi tilfari skal sendast við telduposti til [email protected] í seinasta lagi: 30. apríl 2019.
Allar umsóknir vera viðgjørdar í trúnaði.

Vilt tú hava meira at vita?
Set teg so í samband við Pætur Rasmussen, Charter & Network Manager á tlf. +298 213760 ella Elin Sigvardsen, Director Human Resources á tlf. +298 213702 ella við telduposti á [email protected]

Um okkum:
Atlantic Airways er tjóðarflogfelag Føroya. Í fyritøkuni starvast umleið 200 eldhugað og tænastusinnað starvsfólk í nógvum ymsum starvsbólkum. Okkara fremstu uppgávur eru at knýta Føroyar nærri umheiminum og at knýta oyggjar saman og skapa tryggleika.

Okkara virðir:
- trygdin er í hásæti
- stundvísi er eitt mál
- kundin er í miðdeplinum
- úrslitini skapa virðir fyri samfelagið
- dugnalig og tænastusinnað starvsfólk